Jú fólksins ogn hevur eitt virði!

Tað er ófatiligt, at ein fíggjamálaráðharri kann alment fráboða, at fiskirættindi onki virði hava – tað er púra ósatt.

Hetta er als ikki í tráð við veruleikan. Vit skulu ikki langt aftur, fyri at síggja skipasølur, har skip og loyvir blivu seld fyri ovurhondsstórar upphæddir.

Til dømis vita vit um skip, ið blivu seld fyri áleið 350 milliónir krónur, hóast stálið bert er vert 100 – sostatt høvdu fiskirættindini, knýtt at skipinum, eitt virði á 250 milliónir krónur – fiskirættindi, ið vórðu givin ókeypis frá landinum.

Onkur hevur verið frammi og sagt, at tað at siga, at fiskirættindi onki virði hava, er sum at siga, at eitt grundstykki onki virði hevur, fyrr enn hús er bygt á tað.

Hetta er bert gruggatos frá fíggjarmálaráðharranum fyri at villeiða.

Veruleikin er tann, at samgongan nú ætlar, at slíkar sølur av fólksins ogn, sum tann omanfyrinevnda, skulu loyvast aftur – og fer tískil at viðføra at ogn Føroya fólks endar í privatum lummum, heldur enn hjá rætta eigaranum; okkum øllum.

 

Tjóðveldi