Julia í Kálvalíð heiðrað á norskum filmsfestivali

Dómsnevndin dámdi væl hugskotið til stuttfilmin "Faðir mín faðir"

Frá vinstru: Phillip J. Bartell, Julia í Kálvalíð, Johanna Pyykkö og Gabe Van Amburgh (Mynd: Martin Hammer)

Frá vinstru: Phillip J. Bartell, Julia í Kálvalíð, Johanna Pyykkö og Gabe Van Amburgh (Mynd: Martin Hammer)

Føroyski filmsleikstjórin Julia í Kálvalíð hevur júst luttikið í kappingini Pitching Forum á Norwegian Short Film Festival í Grimstad í Noregi. Har legði hon fram um stuttfilmsverkætlan sína "Faðir mín faðir", og dómsnevndin varð so bergtikin av hugskotinum og søguni, at tey valdu at geva henni serligan heiður - Honerable Mention, sum tey kalla tað.

80 filmsverkætlanir søktu um luttøku til kappingina, og 10 verkætlanir vórðu útvaldar.

- Bert ein vinnari var í kappingini, so hetta kann roknast sum eitt flott 2. pláss ímillum tær 80 filmsverkætlanirnar, skrivar Klippfisk í kvøld.

Í dómsnevndini vóru millum annað leikstjórin av amerikonsku útgávuni av ungdómsrøðini SKAM og umboð frá heimskenda filmsfestivalinum SXSW.

Norðmaðurin Brwa Vahabpour bleiv ársins vinnari av kappingini við filminum "Silence". Tað er netverkið Screen Talent Europe, sum Klippfisk er partur av, sum skipaði fyri kappingini Pitching Forum.

Frá vinstru: Phillip J. Bartell, Julia í Kálvalíð, Johanna Pyykkö og Gabe Van Amburgh (Mynd: Martin Hammer)