Lemjandi kritikkur av VAR

Champions League: Tað gekk illa at fáa avgreitt fleiri støður og kritikkurin heglar oman yvir VAR

Um vikuskiftið hava verið fýra 1/8 finalur í Champions League kappingini. Í tveimum av teimum hava verið umstríddar dømingar, har tað hevur verið funnist at dómarunum í VAR-rúminum. Millum kritikkarnar eru Michael Laudrup og Preben Elkjær, sum eru virdir viðmerkjarar hjá danska TV3+.

- Endamálið við VAR var rætta greiða mistøk, men nú er tað enda við tað verður brúkt fleiri minuttir fyri at finna útav, at ein spælari í uppspælinum er 1,2 sentimetrar rangstaddur. Tað er kanska rættvíst sigur onkur, men tað var ikki tí tað bleiv gjørt. Tað bleiv gjørt fyri at rætta stór mistøk, sigur Michael Laudrup, ið hevur meldað seg í kórið, sum ilskast inn á VAR.

Ein annar legendariskur spælari skilur heldur einki. Tað er landsmaður Preben Elkjær. Meðan Michael Laudrup vísti á fleiri støður, sum eru torførar at skilja, so heldur fyrrverandi áleyparin at nú er nokk við VAR.

- Tað er nú endað við, at tað eru so nógvar avbjóðingar við VAR, at tú orkar næstan ikki at tosa um tað meir. Vit fáa einki at vita og vit skilja heldur ikki hví avgerðirnar verða tiknar. Um eg skuldi valt, so hevði eg droppað VAR, sigur Preben Elkjær og leggur afturat:

- Hví ert tað nú vit spæla fótbólt? Er tað ikki fyri áskoðararnar? Hetta er millimeturfjasarí. Hetta er undirhald og ítróttur, og tá mugu áskoðararnar skilja hvat gongur fyri seg. Tað markið er langtsíðani brotið, sjálvt vit sum fylgja væl skilja ikki hvat hendir, sigur Preben Elkjær.

 ##med2##

Umstríddar dømingar um vikuskiftið

Í dystinum millum Juventus og Lyon fríggjakvøldið blivu tvey brotsspørk dømt. Fyrst eitt heldur bíligt til gestirnar úr Fraklandi, og síðani eitt púra burturvið til heimaliðið, tá eitt fríspark bleiv sparka beint í armin á einum spælara í manngarðinum. Tað er ilt at fáa eyga á nakað óregluligt halda fleiri viðmerkjarar. 

Í gjár var aftur galið, tá FC Barcelona vann 3-1 á Napoli. Fyrst skumpar Clement Lenglet ein spælara hjá Napoli, ið endar við at renna ein annan umkoll, áðrenn miðverjin hjá FC Barcelona ótranaður kundi stúta bóltin í málið.

Løtu seinni skoraði Lionel Messi, tá hann við bringjuni tamdi bóltin framvið ein verjuspælara og sendi bóltin í málið. Eftir fleiri minuttir bleiv málið kolldømt, tí Lionel Messi skal hava fingið bóltin á hondina. Tað er ilt at fáa eyga á, men reglugerðin sigur at raka bólturin hondina – tilvitað ella ótilvitað – so skal málið kolldømast.

 ##med3##

Og prikkurin yvir i’ið kemur tá Napoli verjuspælarin, Kalidou Koulibaly, sparkar Lionel Messi niður í brotsteiginum, men tað tekur yvir fimm minuttir at døma brotsspark, hóast viðmerkjarar halda at brotssparkið er klokkuklárt, hóast Kalidou Koulibaly ikki ger tað við vilja.

Laudrup og Elkjær undrast

- Tað er greitt frískpark til Napoli í fyrsta málinum, men tað verður ikki dømt, meðan vit hava sæð fleiri endurtøkur av seinna málinum og har ber ikki til at síggja at Messi brúkar hondina. Tað sigur mær bara, at tað er okkurt galið við mátanum, sum VAR verður brúkt uppá. Hetta kann ikki blíva við og nú má okkurt henda, sigur Michael Laudrup.

- Tað er ein avbjóðing av ongin av okkum skilur tað, og vit fáa heldur einki at vita. Vit sita øll og síggja eitt, men tað verður dømt eitt annað. Sum áskoðarar mugu vit fáa at vita hví tað verður dømt, sum tað verður, leggur Preben Elkjær afturat.

VAR kann eisini brúkast

Tað eru støður, har VAR kemur til sín rætt. Tað vísa báðir eisini á í kjakinum. Millum annað tá talan er um greiðar rangstøður, har tað skjótt kann staðfestast at talan er um rangstøðu, og tá talan er um greiðar feildømingar, ið antin geva ella burdu givið reytt kort.

- Vit hava ein støðu, har vit eftir 10 sekund kunnu síggja at tað er rangstøða. Tað er gott og har riggar VAR, men til nakrar aðrar støður verður brúkt rúm tíð, men vit fáa einki at vita. Er tað gott fyri fótbóltin, spyr Michael Laudrup og leggur at enda afturat:

- Hvussu oftani hava vit ikki sæð málið hjá Messi, og eg klári framvegis ikki at síggja hvar hann brúkar hondina? Teir døma mál í fyrstu atløgu, so teir mugu vera vísir í síni sak, tá teir kolldøma málið. Er tað eitt ivamál, so má fyrsta dømingin hjá dómaranum standa við. Tað er ein avbjóðingin, at vit sum heild ikki vita hvat er upp og hvat er niður í hesum støðunum, sigur Michael Laudrup.

Til ber at síggja størsta partin av kjakinum við at trýsta HER