Ikki vist at Klakkur fer úr Klaksvík

Líggjas Johannesen sigur, at ein ávísur áhugi er í Klaksvík fyri at keypa skipið til eitt annað fiskiloyvi.

Brøðurnir, Líggjas og Bethuel Johannesen í Klaksvík, keyptu herfyri saman við JFK-Troli norska frystilínuskipið Urvaag. Skipið, sum væntandi verður klárt til fiskiskap umleið hálvan januar 2014, kemur í flotan fyri núverandi Klakk, sum annars er fiskikongur í ár.

 

Keypsprísurin fyri norska línuskipið, sum er smíðað í 1989, er ikki upplýstur, men Líggjas hevur sagt, at íløgan fer at liggja millum 20 og 25 miljónir krónur, tá klárt er at loysa. Frystilastin tekur 300 tons, og frystiorkan er umleið 20 tons um døgnið.

 

Líggjas Johannesen sigur við in.fo, at tað er við blandaðum kenslum, at núverandi Klakkur verður skiftur út, men tað er eingin loyna, at umstøðurnar umborð á nýggja skipinum eru munandi betri, og tað er eisini ein stórur fyrimunur, at nýggi Klakkur hevur frystilast.

 

Vit spurdu eisini Líggjas, um áhugi er fyri Klakki, sum nú verður skiftur út. Hann sigur, at teir hava ikki fingið nógvar fyrispurningar, men onkur fyrispurningur er, sum tykist áhugaverdur, og mangt bendir á, at skipið verður verandi í Klaksvík.

 

- Jú, eg kann vátta, at samráðingar eru við felag í Klaksvík, ið eigur eitt loyvi, sum í løtuni ikki verður brúkt. Tað er tí ikki óhugsandi, at Klakkur verður verandi í Klaksvík, tó at avloysarin kemur í flotan fyrst í komandi ári, sigur Líggjas Johannesen, skipari og skipaeigari.

 

Myndin er av Urvaag, sum felagið, ið eigur línuskipið Klakk, hevur keypt úr Noregi. Skipið minnir ikki so lítið Kamb, men er størri og soleiðis eisini rúmligari.