Kamala Harris leggur kongin

Kamala Harris, demokratiskt undanvalevni til amerikanska forsetavalið, hevur eftir øllum at døma tikið avgerð at steðga valstríðnum og at trekkja seg.

Kamala Harris fekk eina góða byrjan, tá hon fyrst í ár boðaði frá, at hon stillaði upp fyri demokratarnar. Skjótt komu pengar í krígskassan, og eftir at hon fyrr í ár í sjónvarpskjaki millum demokratarnar hartaði Joe Biden fyri hansara persónligu vinabond við gamlar rasuskilnaðarhugaðar kongresslimir, reyk undirtøka hennara uppeftir og kom fyri fyrstu ferð upp um 10 prosent.

Tó fekk Harris sterkar ákoyringar fyri at hava ov harðan hugburð til amerikansku rættar- og fongulsskipanina, og serliga eitt videobrot gjørdi nógv um seg millum andstøðingar hennara. Kamala Harris hevur áður verið umdømisadvokatur í San Fransisco, og undir tíð hennara sum umdømisadvokatur hótti hon foreldur at skulkandi børnum við at ákæra og senda tey í fongsul, um ikki tey fingu tak um skulkingina.

Seinastu tíðina hevur ikki gingist væl hjá Harris at halda hjólunum á valstríðnum koyrandi, og tá pengarnir byrjaðu at renna undan í november mánaði, varð hon noydd at siga starvsfólk fyri valstríðið úr starvi.

Nú hevur Harris eftir øllum at døma tikið avgerð um, at valstríðið steðgar.

Væntað verður, at Kamala Harris fer aftur at røkja starv sítt sum senatorur fyri California.