Kann ein skógvaeskja broyta heimin?

- Hetta er eitt tiltak, sum seinastu árini hevur glett mong líðandi børn, siga tey á Strondum.

 

Christmas Child verður í Missiónshúsinum á Strondum sunnukvøldið 25. oktober klokkan 18. Men, hvat er so Christmas Child?

- Jú, hetta er eitt tiltak, sum seinastu árini hevur glett mong líðandi børn við at geva teimum eina skógvaeskju við gávum.

Á Strondum, har tiltakið verður, vísa tey á, at ein skógvaeskja broytir ikki heimin, MEN hetta hevur havt alstóran týdning fyri mong børn, síðan tiltakið byrjaði í 1993.

- Operation Christmas Child er partur av vælgerandi felagsskapinum, Samaritan’s Purse, sum eisini skipar fyri øðrum hjálpararbeiði millum neyðstødd. Eskjurnar í ár fara til Moldova.

Um heimasíðuna hjá Sjóvar kommunu - www.sjovar.fo - fæst meira at vita um Christmas Child, og hvussu tiltakið við skógvaeskjum er skipað.