Kann samanberast við at royka heima

- At brenna kertiljós inni, er líka so heilsuskaðiligt sum hóvlig royking heima við hús, sigur Fólkaheilsustovnur.

 

Livandi ljós er fyri mong bjargingin, tá kvøldini gerast myrkari, men sambært norska Fólkaheilsustovninum er tað líka so heilsuskaðiligt at brenna kertiljós innandura, sum tað er at roykja hóvliga heima við hús.

Men, kanska eru tað ikki so mong, sum vita hetta - ella sum geva sær far um hetta.

- Tendraði ljós og serliga ljós, sum sleppa at brenna niður, geva frá sær nógvar sótpartiklar - ja, so mikið nógvar, at hetta kann samanberast við hóvliga royking innandura. 

Tað sigur leiðarin á norska Fólkaheilsustovninum, sum hevur við luft og larm at gera, og hesin kallast Johan Øvrevik. Hann sigur, at roykur frá kertiljósi kann eisini samanberast við illa dálkaða blýggjluft.

Við tv2.no sigur Johan Øvrevik, at sótpartiklarnir serliga hava ávirkan á fólk, sum líða av kroniskum sjúkum, eitt nú lungna-, hjarta og æðrasjúkum.

Anna Bistrup, sum er ráðgevi hjá norska Astma- og Allergifelagnum, sigur, at luftdálking frá brennandi kertiljósi serliga kann ávirka fólk, ið eru fongd við astma.

- Tað er serliga týdningarmikið fyri fólk við astma, at inniluftin er góð. Sótpartiklar kunnu gera sjúkuna truplari, sigur ráðgevin.

Anna Bistrup heldur, at besta loysnin við hugnaligum og heilsugóðum inniljósum eru LED-ljósini. - Vit skulu ikki minka um hugnan, men tað er týdningarmikið at vita, at tað eru alternativir møguleikar, leggur hon aftrat.

##med2##

 

 

 

Øll greinin um kertiljósini kann lesast á www.tv2.no