Kann verða til størstu umhvørvisdálking í Føroya søgu

Tað hevur rættiligan skund at finna eina loysn, annars er vandi fyri, at vit stevna beint ímóti mest umfatandi umhvørvisdálking í Føroyum nakrantíð

Tey hava bara nakrar heilt fáar dagar at finna eina loysn í

Tey hava bara nakrar heilt fáar dagar at finna eina loysn í

– Finna vit ikki eina loysn heilt skjótt, hava beina kós ímóti tí, sum kann verða størsta umhvørivsvanlukka í Føroyum nakrantíð.

Tað sigur Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF.

IRF hevur eitt virki, har tey taka ímóti spillolju frá skipum, virkjum, fyritøkum, og øðrum.

Oljan hevur verið reinsað, og er síðani seld aftur. Men nú hevur keyparin, sum hevur tikið ímóti nógv størstu nøgdini av teirri reinsaðu oljuni, boðað frá, at tey kunnu ikki tikið ímóti reinsaðari olju longur, og ein annars stórur keypari er farið at taka ímóti væl minni nøgdum.

Sostatt verður neyðugt at senda spilloljuna av landinum.

Poul Andrias Joensen sigur, at sum so hevur spilloljuverkið einki við vanliga virksemið hjá IRF, sum er at savna, skilja og fyribeina burturkast.

– Spilloljuverkið er ein tænasta, vit gera fyri landið, og fyri tað hava vit fingið fýra milliónir á fíggjarlógini, sigur hann. Tað verður fíggjað við einum avgjaldi á smyrjolju.

IRF heldur, at spilloljuverkið er iva  størsta umhvørvisátak í Føroyum yvirhøvur. 

Men nú tey ikki sleppa av við tað reinsaðu oljuna, er framtíðin hjá spilloljuvirkinum komin í vanda, tí fær IRF ikki inntøkur av at selja reinsaða olju, hevur IRF heldur ikki fígging til at varðveita virksemið á virkinum.

– Ístaðin fyri at fáa eina inntøku at selja reinsaða olju, fara vit nú at fáa eina útreiðslu av at senda oljuna av landinum, sigur hann.     

Hann sigur, at sostatt eru tey nú komin í ta støðu, at játtanin á fíggjarlógini er uppi, so hendan triðja ársfjórðingin í ár, hava tey ikki fígging til at reka oljureinsuverkið.

Stjórin á IRF sigur, at tí hava tey søkt landsstýrið um eina eykajáttan á fíggjarlógini fyri at kunna varðveita virksemi. Tey samskiftu við landsstýrið um tað bæði í vár og í summar. Og tey søktu aftur nú um at fáa eina játtan til endamálið á eykafíggjarlógini, sum varð løgd fyri Løgtingið í næstsíðstu viku.

– Men vit fingu at vita úr landsstýrinum, at umbønin verður ikki gingin á møti, sigur stjórin í IRF.

Sostatt hevur spilloljuverkið nú eitt hall upp á einar 25.000 krónur um dagin, leggur hann afturat.

Spilloljuverkið tekur ímóti 6.000 rúmmetrum av spilloju um árið, so hendan síðsta ársfjórðingin er talan um eini 1.500 rúmmetrar, sum vandi er fyri, at ikki fáa tikið ímóti.

Hann sigur, at arbeitt verður við eini loysn, men tað hevur rættiligan skund, tí tey hava bara goymslu til fimm dagar.

Tískil koma vit rættiliga skjótt í ta støðu, at IRF ikki fær tikið ímóti meiri spillolju, og sostatt fara skip, virki, fyritøkur, og onnur, heldur ikki at sleppa av við spilloljuna longur - og spurningurin er so, hvar hon tá endar.

– Hetta verður ein vanlukka fyri Føroyska samfelagið, og kann enda við, at vit stevna ímóti størstu umhvørvisvanlukku í Føroya søgu, sigur Poul Andrias Joensen.

Tey hava bara nakrar heilt fáar dagar at finna eina loysn í