Kanna møguleika at gera tunnil ovarliga í Havn

Ikki allir býráðslimir taka undir við hesum

Tann reyða strikan vísir í grovum, hvar ætlaði tunnilin skal vera

Tann reyða strikan vísir í grovum, hvar ætlaði tunnilin skal vera

Tórshavnar Býráð ætlar nú undir arbeiðið at kanna møguleikan fyri at gera tunnil úr  Villingadali, heilt yvir í Hotel Føroyar.

Í sambandi verður tað neyðugt at gera ymsar jarðfrøðiligar kanningar og býráðið sigur, at tað eru tvær fyritøkur í Føroyum, sum kunna gera hesar kanningar. Talan er um Kristian Stórhamar í Trongisvági og Grevstur MS, við Martini Sivertsen, í Norðdepli.

Umsitingin hjá býráðnum sigur, at talan verður um ein tunnil upp á einar 1.300 metrar og tey meta eisini, at tað fer at kosta einar 800.000 krónur at gera tær fyrireikandi, jarðfrøðiligu kanningarnar.

Tekniski stjórin og býarverkfrøðingurin hjá Tórshavnar Býráði mæla til at fáa Jarðfeingi at gera útbjóðingartilfar til tær jarðfrøðiligu kanningarnar, og síðani mæla tey til at bjóða arbeiðið at gera kanninganar út til hesar báðu fyritøkurnar at kappast um.

Allir flokkar í býráðnum taka undir við hesi ætlanini, uttan Tjóðveldi, tí Jákup Dam, býráðslimur fyri Tjóðveldi vísir á, at Landsstýrið og kommunan hava eina avtalu um at gjalda hvør sína helvt av útreiðslunum í sambandi við hendan tunnilin, Tískil tekur hann ikki undir við, at Tórshavnar Kommuna skal bera kostnaðin einsamalt.

Málið skal nú leggjast fyri Býráðið, men har so so mikið stór undirtøka fyri hesum, at tað er einki at ivast í, at tað verður samtykt.

Tann reyða strikan vísir í grovum, hvar ætlaði tunnilin skal vera