Kanna møguleikan at gera tunnil til tok til Suðuroyar

Tað kann vera tryggari enn ein vanligur tunnil halda tinglimir í samgonguni

Vit eiga eisini at tann besta loysnin er gera ein tok-tunnil ímillum Sandoy og Suðuroyar.

Tað halda teir báðir tingmenninir, Christian Andreasen í Fólkaflokkin og Johan Dahl fyri Sambandsflokkin.

Løgtingið hevur viðgjørt eitt uppskot frá Bjarna Hammer, tingmanni fyri Javnaðarflokkin, um at stovna eitt partafelag beinanvegin at arbeiða við at gera ein undirsjóvartunnil til Suðuroyar.

Samgongan tók ikki undir við tí, tí tey siga, at tíðin er ikki búgvin til tað, fyrrenn málið er neyvari viðgjørd ímillum teir politisku flokkarnar. Tískil varð uppskotið felt.

Í hesum sambandi halda tinglimir fyri samgonguna, at ein spurningur, sum greiða skal finnast á, er hvat slag av tunli tað skal vera.

Ein máti er sjálvsagt at gera ein vanligan tunnil til bilar. Men teir vísa báðir tingmenninir vísa á, at ein undirsjóvartunnil til Suðuroyar er rættiliga langur, einar 27 kilometrar tilsamans og tí verða trygdarviðurskiftini ein tann størsta avbjóðingin í einum so longum tunli.

– Tað hevur stóran týdning at fáa øll hesi viðurskiftini lýst, siga tey.

Trygdin verður ein risa-avbjóðing og tí eiga vit eisini at kanna um tann besta loysnin er at gera ein tunnil til tok ístaðin fyri til vanliga bilaferðslu, halda teir báðir, Christian Andreasen og Johan Dahl.