Kanna møguleikarnar fyri at sleppa undan larmi frá skipum

Tá ið kanningin er liðug, verður ein støða tikin, sigur formaðurin í Vinnunevndini hjá Tórshavnar Býráði

Skip, sum liggja við bryggju á Kollafirði, eru ein trupulleiki hjá teimum, sum búgva har um vegir

Skip, sum liggja við bryggju á Kollafirði, eru ein trupulleiki hjá teimum, sum búgva har um vegir

Umsitingin hjá Tórshavnar Býráð er nú farin at kanna, hvussu vit kunnu sleppa undan trupulleikanum at fólk ikki fáa náttarfrið fyri skipum, sum liggja við bryggju, og larma so illa, at fólk ikki fáa sovið.

Tað sigur Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndnini hjá Tórshavnar Býráð.

Hann sigur, at nevndin hevði fund í næstseinastu viku, og tá varð spurningurin til umrøðu. Og í tí sambandi var samtykt at biðja umsitingina, kanna, hvørjir tekniskir møguleikar eru fyri at loysa trupulleikan, og hvør loysnin er tann rættasta fyri Tórshavnar Havn.

Hann sigur, at tey fara eisini at tosa við SEV um, hvørjir møguleikar eru, og hvat prísurin fyri streymin verður.

Í apríl mánað lovað hann at taka málið upp, men enn er trupulleikin ikki burtur. Og Bogi Andreasen sigur, at summarferia, og aðrar umstøður, hava gjørt, at tað hevur ikki borið til fyrr enn nú.

Hann hevur annars verið í sambandi við nøkur av teimum skipum, sum hava elvt til trupulleikar, men hann heldur ikki, at tað hevur gjørt so stóran mun.

Hinvegin sigur hann, at tað er avbera sjáldan at síggja russisk skip við bryggju í Tórshavnar Kommunu longur, og tað eru nettupp tey, sum hava verið løgd undir at vera ein høvuðstrupulleiki.

Hann er greiður yvir, at hetta kann verða ein dýr søga fyri Tórshavnar Havn, men hann leggur afturat, at hetta er eisini ein spurningur um trivnað hjá fólki, so tað eru nakrar íløgur, sum eiga at verða gjørdar undir øllum umstøðum - men kortini skal tað vera rímiligt, leggur hann afturat. 

Skip, sum liggja við bryggju á Kollafirði, eru ein trupulleiki hjá teimum, sum búgva har um vegir