Kanna nú hví eldur kom í ein bil

Árnafjarðartunnilin varð stongdur í fleiri tímar í gjárkvøldið

Mynd:Hoyrikur Joensen

Mynd:Hoyrikur Joensen

Akstovan fer nú at kanna, hvussu eldur kundi koma í ein bil inni í Árnafjarðartunlinum í gjárkvøkdið.

Tað var klokkan 20.30, at boðað varð frá, er eldur var í einum bilin í Árnafjarðartunlinum. Fleiri fólk vóru í bilinum, tvey vaksin og trý, ella fýra børn, men tey sluppu úr tunlinum í øllum góðum við øðrum bilum.

Løgreglan sigur, at talan var um ein stóran eld, og tað var nógvur, svartur roykur úr tunlinum. Tá ið sløkkiliðið hevði sløkt eldin, var eitt arbeiðið eftir og tað var at køla tunnilin aftur, so tað var ikki fyrr enn klokkan eitt, at tunnilin varð ruddaður og opin aftur fyri ferðslu.

Bilurin, ein Peugeot 5008 frá 2011, er uppkolaður, men hann er nú farin á Akstovuna í eini roynd at finna útav, hví eldur kom í hann.

 

 

Mynd:Hoyrikur Joensen