Kanning: Borgarlig samgonga eftir valið

Stóri vinnarin verður Fólkaflokkurin, sum fær 24,1 prosent av atkvøðunum og 8 tingsessir. Tað eru tveir fleiri enn á seinasta vali - ein framgongd upp á 5,2 prosentstig.

Tað vísir veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Kringvarpið.

Sambandsflokkurin fær eina framgongd upp á 1,5 prosentstig, fær 20,2 og vinnur ein tingsessafturat, so hann fær sjey tingsessir.

Javnaðarflokkurin hevur størstu afturgongdina. Hann fær í kanningini 21,1 prosent, sum er ein afturgongd upp á 3,9 prosentstig, og tað merkir, at flokkurin missir ein tingsess.

Sjálvstýrisflokkurin gongur eitt hálvt prosentstig aftur og missir annan tingsessin.

Tjóðveldi missir 2,5 prosentstig og fær 18,2 prosent og 6 tingsessir. Flokkurin missir ein tingsess.

Framsókn og Miðflokkurin standa í stað og fáa hvør sínar tveir tingsessir. Teir fáa ávikavist 7,7 og 5,0 prosentstig.

Eyðsýndi samgongumøguleikin er ein borgarlig samgonga við Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Miðflokkinum. Tann samgongan hevði havt 17 tingsessir.

Gallup gjørdi kanningina frá 12. til 16. august.