Kanningar í Føroyum benda á tvey sløg av koronavirus

Kanningar hjá landslæknanum hava vakt ans í Danmark og á Statens Serums Institut

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Mynd: Álvur Haraldsen)

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Mynd: Álvur Haraldsen)

Fleiri kanningar styrkja hypotesina um, at talan er um tvey høvuðsbrigdi av korona, upplýsir Statens Serums Institut.

Landslæknin hevur kannað smittuspreiðing í Føroyum og hevur við hesum sporað tvey ymisk sløg av koronavirus.

Tað skrivar Berlingske í dag.

Lars Fodgaard Møller, landslækni, kallar Føroyar eitt »minilaboratorum«. Tað eru skrásett 92 smittað út av 52.000. Harumframt kannar Føroyar nógv meira nágreiniliga, enn onnur lond, og øll sjúkuføri verða uppsporað.

Tí eru Føroyar eitt av londunum í heiminum, sum lutvíst hava flest fólk kannað.

Lars Fodgaard Møller hevur við hesum kanningum í huga undrast á, hví nakrir sjúklingar elva til ágangandi smittuketur, meðan aðrir ikki gera tað.

Á tíðindafundinum í Kringvarpinum hósdagin nevndi hann út frá hesum eygleiðingum, at tað helst er talan um tvey sløg av koronavirus.

Annað slagið spreiðir seg spakuliga, og hitt spreiðir seg ógvusliga.

Í samrøðu við Berlingske nágreinar landslæknin sínar eygleiðingar av, hvussu virusið er komið til Føroyar.

– Vit sóu, at fyrstu sjúkuførini, vit høvdu, ikki smittaðu illa. Vit sóu, at sjálvt um fólk høvdu kyst hvørt annað, so hevði sjúkan ikki smittað.

##med2##

– So kom eitt eitt slag úr Danmark og eitt úr Íslandi, sum smittaði rættiliga illa, so hesar smittikeldur gjørdust miðdepul, sigur hann.

Landslæknin sigur seg ikki hava vísindaliga eftirkannað niðurstøðurnar, leggur hann dent á. Tað eru fyribils eygleiðingar av vígvøllinum miðskeiðis í alheims smittuflóðalduni.

Men undran hansara var so stór, at hann setti seg í samband við Statens Serum Institut í Danmark. Og har nikkaðu tey játtandi til hypotesina.

Sambært Anders Fomsgaard, sum er leiðari á viruskanningarstovuni á Statens Serum Institut, hava fleiri kanningar nú undirbygd hypotesina um, at tað eru tvey høvuðssløg av korona.

Tað bendi ein kinesisk kanning eisini á fyrst í marsmánaði.

Tað er nú hendan hypotesan, sum eisini Statens Serum Institut arbeiðir út frá.

Enn er ógreitt, um bæði sløgini hava ymiskan deyðstíttleika við sær.

/ritzau/

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Mynd: Álvur Haraldsen)

Tað var á tíðindafundinum i Kringvarpinum hósdagin, at Lars Fodgaard Møller bar upp á mál eygleingarnar um tey tvey sløgini av koronavirus, sum tey hava eygleitt í Føroyum (Mynd: Álvur Haraldsen)