Kanningar til film um Læknastríðið

Teddy Bruslund, sum er journalistur og instruktørur á SaxoFilm, hevur sitið í sóttarhaldi í eina viku og síðani ferðast runt um í Føroyum í eina viku, har hann hevur gjørt kanningararbeiði til filmsupptøkur, sum skulu gerast fyrst í apríl mánaða.

Orð og myndir: Dávur Winther

Orð og myndir: Dávur Winther

Í dag var hann á vitjan hjá borgarstjóranum i Klaksvík, Karl H. Johansen, har Teddy nýtti høvið at takka fyri stuðulin, Klaksvíkar býráð hevur veitt føroyska partinum av filminum, sum eisini skal gerast ein samadráttur av til savns- og skúlabrúks. 

Karl greiddi frá, at býráðið sá nógv í hesum dokumentarfilmi, um ein serstakan part av Klaksvíkar søgu, sum flest okkara bert kenna í brotum. Borgarstjórin greiddi eisini frá, at tá ið hann fór til Danmarkar at ganga á Politiskúlanum bert 20 árum eftir læknastríðið, kom oftani fyri, at teir ymsu politistarnir, hann koma at samstarva við, greiddu grá, at teir høvdu verið í Klaksvík undir Læknastíðnum – og so fór prátið í gongd.

Vitjað varð í Christianskikrjuni, sum sigst hava fingið sítt serstaka vavi og mongu serligu søgurnar, vegna Læknastríðið. Eisini varð vitjað á Norðlýsinum, sum kann verða ein hentur miðil í sambandi við dokumentarsendingina. Jóhann Lützen, stjóri var kviku at leita fram ymiskt, Norðlýsið fyrr hevur skrivað um Læknastríðið.

##med2##

Teddy hevur hitt hópin av fólki á føroyaferðini og hevur fingið nógv hent at vita. Hann skuldi hitta fleiri ymisk fólk í Klaksvík í dag. Hann hevur m.a. fingið hendur á skjølum, ljóðbrotum og myndum. Eisini var ein, sum boðaði frá, at hann átti eina dagbók hjá einum av politistunum sum vóru í Klaksvík undir Læknastríðnum.

##med3##

Tó høvdu Teddy og fólkini handan filmsverkætlanina verið fegin, um fleiri fólk finnast, ið hava okkurt at vísa fram, sum hevur við Læknastíðið at gera.

Fyrst í aprílmánaða koma filmsfólk higar at gera upptøkur, har Lars Løkke, fyrrverandi statsministari í Danmark verður vertur fyri frásagnunum og hendingunum í sendingini.

Dokumentarsendingin, sum verður í fýra pørtum, verður send í donskum sjónvarpi til heystar og eisini í Sjónvarp Føroya seinni.

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

Orð og myndir: Dávur Winther