Kanningararbeiðið setir nýggjar spurningar

- Kanningararbeiðið førir ikki bara til svar, men eisini til spurningar, sigur Tommy Brøske, kanningarleiðari.

Tað eru skjótt 11 mánaðir síðan, at ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv úr heimi sínum.

Tað eru skjótt 11 mánaðir síðan, at ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv úr heimi sínum.

 

Norska løgreglan heldur fram við kanningunum av húsunum í Lørenskog, har ríkmanskonan, 69 ára gamla, Anne-Elisabeth Hagen, var fyri eini ella aðrari kriminellari brotsgerð, sum førdi til, at hon framvegis er sporleyst horvin.

Løgreglan hevur nú váttað, at umframt hóttanarbrævið, lá eisini ein brævbjálvi í húsinum, tá maðurin og miljarderurin, Tom Hagen, kom heim til tómt hús hin 31. oktober í fjør.

Bæði bræv og brævbjálvi eru gjølliga kannað, og málvísindafólk hava eisini verið partur av hesum kanningararbeiði.

Tommy Brøske viðgongur nú, at eisini brævbjálvin er og hevur verið viðkomandi í kanningararbeiðnum.

- Vit kunnu vátta, at eisini brævbjálvin hevur verið gjøgnum á leið somu kanningar, sum brævpappírið, sigur kanningarleiðarin, Tommy Brøske, við norska kringvarpið, NRK.

Hann vil tó ikki siga nakað neyvari um, hvat potentiali brævbjálvin hevur í jagstranin eftir at finna tann – ella tey – seku.

Tað var maður Anne-Elisabeth Hagen, sum fann brævið, tá hann hin 31. oktober í fjør kom heim til tómt hús. Á fleiri A4-síðum verða hóttanir settar fram, og í brævinum er eisini krav um loysigjald.

- Hóttanarbrævið er framvegis eitt skjal í kanningararbeiðnum, og framvegis verða kanningar gjørdar, sum snúgva seg um brævið. Eg havi einki nýtt at siga um hetta – uttan tað, at brævið framvegis er eitt ”livandi” skjal í kanningararbeiðnum, sigur Tommy Brøske.

Kanningarnar av nógv umtalaða brævinum hevur ført norsku løgregluna til eina norska ketu, sum hevur sølu í Noregi.

Um dagarnar gjørdist eisini greitt, at løgreglan í baðirúminum í heiminum í Lørenskog eisini hevði funnið eitt strips.

Løgreglan metir, at keypini av eitt nú brævpappíri, brævbjálva, stripsi og skóm kunnu hava beinleiðis tilknýti til tann ella tey, sum hava framt brotsgerðina.

##med2##

Tommy Brøske váttar, at nýggjar kanningar hava verið í heiminum í Lørenskog í summar, nú skjótt 11 mánaðir eru farnir, síðan Anne-Elisabeth Hagen hvarv.

- Talan er um ymiskar kanningar. Soleiðis, sum vit áður hava sagt, føra hesar kanningar ikki bara til svar, men eisini til nýggjar spurningar, sigur kanningarleiðarin.

Tað eru skjótt 11 mánaðir síðan, at ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv úr heimi sínum.

- Brævið er framvegis eitt ”livandi” skjal í kanningararbeiðnum, sigur Tommy Brøske.