Kanska fer Huawei at keypa Føroya Tele

Føroya Tele verður kanska kinesiskt fyri at pynta tølini hjá samgonguni, heldur løgtingsmaður

 

 

– Hetta er bara fyri at minka um hallið á fíggjarlógini. Tað helt Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokki, nú Løgtingið viðger ólavsøkurøðuna hjá løgmanni.

Har vísir løgmaður á, at arbeitt verður við at selja almenn partafeløg, og síðani hevur tað verið nevnt, at Føroya Tele er eitt av feløgunum, sum samgongan umhugsar at selja.

Bjarni Hammer reisti spurningin, um tað er av tilvild, at tinglimir í samgonguni eru farnir at tosa um at selja Føroya Tele, beint eftir at kinesiski tele-risin, Huawei, varð vrakaður sum tann, ið skuldi vera við til at menna 5G-netið í Føroyum.

Og Bjarni Hammer heldur, at verður Føroya Tele selt, kann tað hugsast, at tað nettupp verður Huawei sum fer at keypa tað. Tað var leingi ætlanin, at Huawei skuldi menna 5G netið í Føroyum og í tí sambandi hava umboð fyri Huawei verið í Føroyum fleiri ferðir. Og uttanfyri Føroya Tele, er tað eingin sum kennir Føroya Tele so væl sum nettupp Huawei, heldur Bjarni Hammer.

Tí heldur hann, at tey eru væl fyri í kappingini um at keypa Føroya Tele, verður tað lýst til sølu.

Annars heldur hann at ætlanin hjá samgonguni at einskilja almenn partafeløg er bara ein løtuvinningur fyri at bøta um undirskotið á fíggjarlógini, tí mett verður, at hallini fara at vera stór í ár, og hesi næstu árini.

Kanska verður Føroya Tele kinesiskt fyri at minka um undirskotið hjá samgonguni, helt hann fyri.

Hann heldur, at vit eiga at hugsa okkum væl um, áðrenn stig verða tikin á hesum øki, so mugu vit heldur góðtaka eitt størri hall hesi næstu árini.