Kanska vil Donald Trump keypa Northguider

Norski rækjutrolarin, sum hevur ligið á einum flúri við Svalbard síðan hin 28. desember, liggur framvegis.

 

Hóast tey búgva norðalaga, eru tey kortini skemtilig, og hví skuldu tey ikki tað?

At tey eisini duga at skemta, vísir viðhefta spurnarkanning, har lesarar hjá Svalbardpostinum kunnu atkvøða um, hvat tey halda skal henda við norska rækjutrolaranum, Northguider.

Skipið hevur staðið á einum flúri í Hinlopensundinum har norðuri á Svalbard heilt síðan hin 28. desember í fjør. Stutt eftir skipsbrotið, varð oljan pumpað úr skipinum.

Nú um dagarnar hava royndir verið gjørdar at umvæla botnin á skipinum, reisa skipið aftur á rættkjøl og fáa tað burtur. Norsku myndugleikarnir hava nevniliga kravt av reiðarínum, at skipið verður burturbeint.

Tað er tryggingarfelagið, sum tryggjaði skipið, ið stendur aftan fyri bjargingarætlanina, men nú tað er farið at líða út á heystið, er ivasamt, um tað fer at eydnast at umvæla botnin, flota skipið og fáa tað burtur úr økinum, áðrenn trupulleikar verða við ísi.

##med2##

Ein av spurningunum, ið Svalbardposturin setir sínum lesarum, er, um Donald Trump, forseti í USA, kanska hevði viljað keypt rækjutrolaran, og tað eru fleiri enn 20 prosent av teimum, sum hava svarað, ið halda, at tað hevði hann!

Tað er øllum greitt, at Northguider verður ongantíð rækjutrolari aftur. Skipið er so mikið illa farið, og fæst tað av aftur flúrinum og kann flotast, verður tað fyrst sleipað til Longyearbýin og síðan til Noregs, har tað verður skrottað.

Meiri enn helmingurin av teimum, sum hava atkvøtt í spurnarkanningini hjá Svalbardpostinum - tó at hesi ikki eru so mong í tali - siga seg vilja hava skipið burtur.