Kapitalkravið til BankNordik dupult so stórt sum til kappingarneytar

Av tí at BankNordik er ein sifi banki eru kapitalkrøvini til bankan munandi harðari enn hjá kappingarneytum.

 

 

Tað er ikki við góðum huga, at BankNordik selur donsku deildina av føroyska bankanum. Orsøkin er, at kapitalkrøvini til bankan eru munandi harðari enn hjá kappingarneytunum.

Og tað eru tey, tí at BankNordik er ein Sifi banki – ein banki, sum er so týdningarmikil í Føroyum, at tað ov stórar avleiðingar, skuldi hann farið av knóranum.

Tey krøvini eru eisini galdandi í Danmark, hóast BankNordik er ein sera lítil banki í Danmarki.

Kapitalkrøvini til bankarnar gerast alsamt harðari, og tað er ein gongd fram til 2025, har krøvini vera enn harðari.

Árni Ellefsen, stjóri í BankNordik, segði við FM1 á middegi, at meðan krøvini til kappingarneytarnar fara at liggja um 20-22 prosent í 2025, so fer kravið til BankNordik at liggja um 30-32 prosent. Krøvini til BankNordil um kapital verða 50 prosent harðari, enn til kappingarneytarnar í Danmark, og tá verður einki avkast.

Í Grønlandi og í Føroyum eru krøvini til BankNordik tey somu sum hjá kappingarneytunum, so har kappast bankin á jøvnum føti við hinar peniningastovnarnar.

Hoyri samrøðu, sum Árnir Gregersen hevði við Árna Ellefsen á FM1 á middegi við at trýsta á pílin undir myndini.