Kapping gevur hægri svartkalvaprís

- Viðurskiftini eru nógv broytt til tað betra, síðan nýggja fiskavirkið hjá Polar Seafood læt upp í Upernavík, siga útróðrarmenn.

 

Umstøðurnar at sleppa av við svartkalva í Upernavík í Grønlandi hava ongantíð verið betri enn í dag, og tað hava prísirnir á svartkalva heldur ikki verið. Orsøkin er, at Polar Seafood læt upp nýtt fiskavirkið í Upernavík í november í fjør.

Felagið hjá fiski-og veiðimonnum í Upernavík fegnast um góðu gongdina, og tað er Sermitsiaq, ið hevur skift orð við teir, sum reka fiskiveiði í økinum, eins og blaðið eisini hevur skift orð við virkisleiðaran á fiskavirkinum.

Viðurskiftini eru nógv broytt til tað betra, síðan nýggja fiskavirkið kom. Prísirnir á svartkalva liggja nú um 22 krónur fyri kilo hjá privata felagnum, Polar Seafood, meðan prísirnir hjá Royal Greenland, sum er eitt alment felag, liggja um 20 krónur fyri kilo.

Á nýggja virkinum hjá Polar Seafood arbeiða í løtuni eini 20 fólk, og fram til endan av 2019 hevði virkið tikið ímóti 212 tonsum av svartkalva. - Hetta er meira, enn vit høvdu roknað við, sigur virkisleiðarin, Knud Mathiassen. 

Fiskavirkið í Upernavík skal verða opið fyri móttøku alt árið, og sambært Sermitsiaq merkir Polar Seafood at kalla onga kapping frá Royal Greenland, tá flestu útróðrarmenn longu selja til nýggja virkið. - Vit fara at halda fast um prísin á 22 krónur fyri kilo fyri svartkalva, sigur virkisleiðarin, Knud Mathiassen.