Kappróðrarfólk fáa allar bestu umstøður

Í Vági er nógv sjálvboðin tíð og orka løgd í at fáa eitt nýtt kappróðrarneyst liðugt.

 

 

Rógvi Kærbech er formaður í Vágs Kappróðrarfelag, og í Vági er tey rættiliga spent til kappróðrarárið í ár. Í fjør var spenningurin serliga stórur millum 5-mannaførini við dreingjum, har ólavsøkuróðurin rættiliga gjørdist avgerandi við Royndini Fríðu sum FM-vinnara.

Vágs Kappróðrarfelag hevur góða tilgongd við ungum rógvarum, og í summar hevur felagið ikki færri enn fýra manningar í barnaróðri við ávikavist Fiskinum og Svaluni, har ein gentumanning og ein dreingjamanning er við hvørjum av hesum bátum.

Í Vági er nógv sjálvboðin tíð og orka løgd í at fáa eitt nýtt kappróðrarneyst liðugt. Talan er um bygningin, sum Strandfaraskip Landsins átti beint uttan fyri fiskavirkið, Suðurfisk.

- Hetta var ein vørugoymsla hjá SSL. Vit keyptu bygningin nøkur ár herfyri og hava seinastu tvey árini arbeitt dúgliga við at dagført bygningin innan, og nú nærkast vit endanum við hesum arbeiði.

Rógvi Kærbech sigur, at Vágs Kappróðrarfelag hevur selt gamla neystið, sum felagið átti. - Í nýggju hølunum, sum eru fleiri ferðir so stór, sum gomlu hølini vóru, fáa vit fantastiskar umstøður - ja, eg vænti, at vit fara at hava flottasta kappróðrarneyst í Føroyum.

Formaðurin vísir á, at bátarnir hjá felagnum eru fluttir yvir í nýggja neystið, men í ovaru hæddini er alt ikki ordiliga liðugt enn, tó at arbeiðið nú líður rættiliga væl.

- Venjingarhølini, skiftirúm og brúsurúm eru liðug. Í ovaru hæddini verður eisini uppihaldsrúm, skrivstovur, wc’ir og køkur. Alt arbeiði, sum higartil er gjørt, hevur verið sjálvboðið, og í vetur fara vit at gera tað, ið er eftir. Vit hava eisini nøkur vingeygu eftir, sum skulu skiftast.

Vágs Kappróðrarfelag hevur nýliga keypt tíggju nýggjar rógvimaskinur, sum standa í nýggja neystinum.

Rógvi Kærbech sigur, at nevnd og limir í kappróðrarfelagnum hava arbeitt í neystinum mánadag, týsdag, mikudag og hósdag frá klokkan 16 til 18. Fríggjadag hevur verið friður, men leygarmorgun klokkan 08 eru fólk farin í gongd aftur, og tá hevur verið hildið fram til middags.

- Eg má siga, at í fyrsta lagi hava konurnar hjá okkum verið tolnar, og vit hava nógv at takka limum og góðum stuðlum fyri, bæði yngri og eldri. Bæði her í kommununi, øðrum kommunum í syðru helvt av oynni og í vinnuni hava vit eisini havt dyggan stuðul.

Eitt nú hava bæði Vágs Timburhandil, Tangavirkið, MR-El og aðrar fyritøkur kring fjørðin verið fantastiskir stuðlar undir verkætlanini. Formaðurin í Vágs Kappróðrarfelag sigur, at tey í allari byggingini ikki hava goldið eina einastu krónu í arbeiðsløn.

Hin 29. juni verður jóansøka hildin í Vági, og tá verður kappróðurin fyriskipaður, soleiðis sum hann plagar at vera. - Her verður einki broytt í mun til onnur ár, og vit fara eisini at selja atgongumerki sum vanligt. Tey, sum ikki vilja savnast millum onnur, hava allar møguleikar at fylgja kappróðrinum av syðra landi, har fólk kunnu fylgja róðrinum frá byrjan til enda.

Formaðurin í Vágs Kappróðrarfelag ásannar, at tað eru inntøkurnar frá kappróðrinum á jóansøku í Vági, sum eisini eru við til at fíggja árið eftir, tá jóansøka er á Tvøroyri. Rógvi Kærbech sigur, at tað neyvan verður nakar almennur dansur á jóansøku í ár, og tað verður heldur einki tivoli. - Men, vit ætla, at alt kappróðrartiltakið verður, soleiðis sum tað plagar at verða, leggur formaðurin í Vágs Kappróðrarfelag aftrat.

##med2##