Seyðasýning á Sandi leygardagin

Óheftir seyðasýnsmenn fara leygardagin at meta um hornaseyð í Sandoynni.

Tað er í hesum hølunum í fiskavirkisbygninginum á Sandi, at seyðasýningin verður leygardagin.

Tað er í hesum hølunum í fiskavirkisbygninginum á Sandi, at seyðasýningin verður leygardagin.

Leygardagin verður seyðasýning á Sandi, har óheftir sýnsmenn koma suður at sýna og meta um hornaseyð í oynni.

 

Tór Karlonsson Winther, ein av fyrireikarunum, sigur, at bóndur og seyðaeigarar annars hava høvi at møta við vektina á vestara fiskavirkisbygninginum Úti í Støð á Sandi leygarmorgunin frá klokkan 8 til 10.

 

- Tað er hornaseyður - í flestu førum brundsseyður - sum verður sýnaður og mettur, bæði heima-og hagaseyður. Fólk eru vælkomin við góðum veðurlombum, veturgomlum veðrum og eldri hornaseyði til sýningina.

 

Tór Karlonsson Winther sigur, at fleiri virðislønir verða latnar, og verður tað soleiðis, at onkur bóndi ella eigari fær fleiri virðislønir fyri seyð úr sama haga, verður eisini virðisløn latin fyri besta hagan.

 

- Seyðasýningin í Sandoynni plagar at hava góða undirtøku, og tað er ikki óvanligt, at út við 100 veðragjólingar eru at taka støðu til hjá sýnsmonnunum.

 

Tór Karlonsson Winther sigur, at seyðir, sum vinna virðislønir á seyðasýningini á Sandi leygardagin, eisini eru við í landsumfatandi seyðasýningini, sum verður seinni.