Kári Sólstein mentanarleiðari í Kringvarpinum

Kári Sólstein er settur í starv sum deildarleiðari fyri Mentan til 31 oktober 2020, boðar KvF frá

Kári Sólstein er útbúgvin lærari og journalistur. Kári Sólstein hevur nógvar royndir innan miðlaarbeiði. Í 2002 varð hann settur í starv í Útvarpi Føroya, og hann hevur starvast í ÚF og KvF síðani.

Kári Sólstein hevur m.a. gjørt barnasendingar, morgunsendingar og dokumentarsendingar, umframt at hann hevur staðið fyri framleiðsluni av fleiri stórum kringvarpsframleiðslum. Hann hevur fingið miðlaheiðursløn fyri sendirøðina “Vitan”.

Kári Sólstein hevur verið starvsfólkaumboð í kringvarpsstýrinum og var eitt skifti í 2018 virkandi stjóri í KvF.

Kári er 44 ára gamal. Hann er giftur og eigur tvey børn.

Fýra umsóknir vóru til starvið.