Karin starvast 45 ár hjá Tórshavnar kommunu

Fríggjadagin var hátíðardagur í Tórshavnar kommunu, tí Karin Jacobsen hevði 45 ára starvsdag. Annika Olsen, borgarstjóri, handaði Karini blómur og bar fram hesi orð:

Annika Olsen, borgarstjóri og Karin Jacobsen

Annika Olsen, borgarstjóri og Karin Jacobsen

»Taka vit tað søguliga fyrst, so byrjaði Karin í starvi hjá Tórshavnar kommunu tann 15. desember 1974. Tað vil siga, at tað nú sunnudagin eru 45 ár síðan!

Tá var Petur Christiansen borgarstjóri. Hesa setuna sótu 15 menn tilsamans – onkur bara fyribils fyri ein annan – og eingin kvinna. Millum teirra vóru Ólavur Michelsen, Eliesar Arge, Petur í Gong, Kjartan Mohr og yngsti maðurin Heðin Mortensen, sum akkurát var sloppin inn um býráðsgáttina.

##med2##

Í síni starvstíð hevur Karin sostatt tænt 7 borgarstjórum og 5 kommunustjórum:

Borgarstjórarnir hava verið:

Petur Christiansen
Poul Michelsen
Lisbeth L. Petersen
Leivur Hansen
Jan Christiansen
Heðin Mortensen
Annika Olsen

Og býráðsskrivararnir ella kommuustjórarnar hava verið:

Kjartan Kristiansen
Høgni Mohr
Jens Marius Poulsen
Ingibjørg Berg
Bjørgfríð Ludvig

Karin hevur fyrst og fremst arbeitt á Ráðhúsinum. Tey fyrstu mongu árini arbeiddi hon í bókhaldinum, sum eisini var lønarbókhald tá. Hon gjørdist skrivari í Byggi og Bý og síðan skrivari fyri fíggjarnevndina og miðfyrisitingarstjóran.

##med3##

Tá ið eldraøkið varð lagt til kommunurnar, var neyðugt at manna upp á starvsfólkadeildini, tí 500 starvsfólk fluttu yvir frá landinum. Tá flutti Karin úr Ráðhúsinum yvir á gamla Meiaríið á starvsfólkadeildina at arbeiða við lønarumsiting - og ikki minst nýggju skipanini Vaktplan.

Karin er arbeiðssom sum fáur og er altíð klár at taka eitt eyka tak.

Karin hevur eisini í nógv ár havt uppgávuna at skipa fyri vali saman við valstýrinum - og at skipa fyri grindabýti. Og tað er ikki minsta rokið. Tað verður ongin hvalur dripin á vánni, uttan at Karin er við og stílar fyri og tryggjar sær, at skil er í.

Karin er aldrin bangin fyri at siga sína meining. Hon er avbera hjálpsom og arbeiðssom, avgjørd og fitt, men mann má finna seg í, at hon sigur akkurát tað, sum hon meinar.

Vit rokna avgjørt við, at tú verður verðandi til tú ert minst sjeyti. So klárar tú í minsta lagi eitt kommunuval aftrat og nøkur grindadráp.

Eg skal bera tær eina samlaða heilsu frá býráðnum og frá allari umsitingini og ynskja tær hjartaliga til lukku við degnum við eini hjartans tøkk fyri títt stóra arbeiði fyri okkara kommunu.«

Annika Olsen, borgarstjóri og Karin Jacobsen

Karin og maðurin Osvald Jacobsen