- Eg viðurkenni ikki grindalógina

Rosie Kunneke var hvørki at stinga ella høgga í, tá hon varð tráspurd í rættinum.

Stillmynd úr einum sjónbandi hjá Sea Shepherd.

Stillmynd úr einum sjónbandi hjá Sea Shepherd.

Tað er ikki eitt krav, at fólk, ið eru ákærd í Føroya rætti, skulu svara teimum spurningum, ið verða settir í rættinum, og sostatt kann ein ákærdur nokta av svara einum spurningi.


Hetta var ein rættur, ið var dúgliga nýttur í rættarfundinum móti Sea Shepherd og teimum fimm stuðlunum, ið vóru í rættinum týsdagin.


Kevin Schiltz, Xavier Figarella, Marianne Baldo og Christophe Bondue brúktu øll hendan møguleika, tá tað var eitthvørt, ið tey ikki ynsktu at svara. 


Rosie Kunneke, ið er leiðari fyri átakinum á landi, og sum ákæruvaldið metir er umboðið hjá Sea Shepherd í Føroyum, valdi tó ein øðrvísi leist. 


Í staðin fyri at svara spurningum, bað hon um at fáa orðið, har hon staðfesti fyri rættinum, at hon á ongan hátt viðurkendi grindalógina sum galdandi lóggávu. 


- Eg viðurkenni ikki føroysku grindalógina. Danmark hevur bundið seg til Bern sáttmálan, og harvið skulu stovnar í danska ríkinum virka undir tí sáttmálanum. 


- Vit eru handtikin av eini danskari løgreglu, og verða roynd í einum donskum rætti. Eg viðurkenni ikki, at grindalógin hevur gildið her, og svari tí ikki nøkrum spurningi, segði Kunneke at enda. 


Rosie Kunneke helt eisini sítt orð, og svaraði ongan spurningi um hennara egna persón. 


Í staðin vísti ákærin, Linda Hesselberg, eitt sjónband, ið Sea Shepherd hevur gjørt og lagt á YouTube, har Rosie Kunneke greiðir frá, hvat hendi á sandinum í Bø, tá hon varð handtikin.