Katalonia letur barrir og matstovur aftur í tvær vikur

Orsøkin er stór øking í talinum á koronusmittaðum

Katalanska stjórnin góðkendi í vikuni ætlanina hjá heilsumyndugleikunum at lata allar barrir og matstovur aftur í tvær vikur. Ætlanin var sett í verk í gjár og skal galda í 15 dagar.

Katalonia hevur seinastu tíðina havt stóran vøkstur í talinum á koronusmittaðum. El País skrivar, at nú eru 290 smittað fyri hvørjar 100.000 íbúgvar, og tað er hægsta talið síðan apríl.

Avgerðin um at lata barrir og matstovur aftur er tikin fyri at minka um møguleikan hjá fólkamongdum at savnast.

Varaborgarstjórin í Barcelona er misnøgdur við átakið.

– Hetta er ov ógvusligt stig at taka. Matstovuvinnan hevur tikið umfatandi stig fyri at minka um smittuvandan, og vit skulu minnast til, at fyri bert einari viku síðani var tosað um lata náttklubbarnar uppaftur, sigur Jaume Collboni við útvarpsstøðina Cadena SER.

Hetta er fyrstu ferð, at ein av teimum 17 landslutunum í Spania tekur so viðgongt stig.