Cliff Barnes úr Dallas er deyður

Stjørnan úr sjónvarpsrøðini Dallas, Ken Kercheval, er deyður 83 ára gamal. Hann hevði leiklutin sum Cliff Barnes í røðini, sum var gitin kring allan heimin árini 1978 til 1991.

Amerikanski sjónleikarin úr Indiana doyði páskadag í býnum Clinton í heimstati sínum. Familjan heldur deyðsorsøkina loyniliga, upplýsir umboðsmaðurin hjá Kerchevals.

Ken Kercheval spældi við í 342 pørtum av teimum 356, sum vóru í røðini, sum varð send í 14 skeiðum.

Hann spældi eisini við í endurskapanini av røðini, sum varð send frá 2012 til 2014.

Amerikanarin skuldi sambært filmsmiðlinum iMDb upprunaliga hava spælt Ray Krebbs í »Dallas«.

##med2##

Í 2012 segði hann í eini samrøðu við Dallas Decoder – ein heimasíða fyri stuðlar hjá »Dallas« – hvussu góður hann var við sín leiklut.

– Cliff var ein fínur fýrur, men við støðugu ringu viðferðini hann fekk frá sváginum, J. R., var hann noyddur at verja seg sjálvan.

– Um eg gjørdi nakað, sum ikki var heilt rætt, so var tað tí, at eg var noyddur til tað, sigur Kenn Kercheal um leiklut sín Cliff Barnes.

Ken Kercheval vaks upp í Wolcotville, Indiana, við einum pápa, sum var lækni og eini mammu, sum var sjúkrasystir.

##med3##

Umframt »Dallas« var Ken Kercheval við í »Pretty Poison« (1968), »The Seven-Ups« (1973) og »Network« frá 1976.

Síðsti leiklutur var í »Surviving in L. A.« í 2019.

Í 1994 segði Kercheval, at hann hevði verið í viðgerð fyri lungnakrabba.

Eftir Ken Kercheval sita trý børn, Caleb, Liza og Madison.

 

/ritzau/