Kavarar funnu skipsvrak frá 1760

Kavarar hava funnið vrakið av niðurlendska handilsskipinum Juffrau Elisabedt sum sakk í 1760, og serfrøðingar eru ovfarnir.

 

Myndugleikarnir góvu kavarunum loyvi til at taka hesa skipsklokku upp úr vrakinum.

Myndugleikarnir góvu kavarunum loyvi til at taka hesa skipsklokku upp úr vrakinum.

 

Í eini 40 ár hevur verið leitað eftir niðurlendska handilsskipinum - Juffrau Elisabedt - sum sakk uttan fyri Søgne í Noregi í 1760. Skipið, sum var 28 metrar langt, loysti í Amsterdam í mars mánaði hetta ár, og við norsku strendurnar kom tað í vánaligt veður og sakk.

- Her hava vit eitt gamalt skip, sum liggur ónortið, við navni og søguligum keldum. Hetta er heilt fantastiskt. Slíkt upplivir tú sum undirvatnsfornfrøðingur bara eina ferð í lívinum, sigur ráðgevin hjá norska ríkisantikvarinum, Iver Nesse Aarrestad, við NRK.

Juffrau Elisabedt kom inn í norska skergarðin, og áðrenn skipið sakk, fór manningin av skipinum. Sambært riksantikvaren.no hevur áður verið hildið, at skipið kanska bleiv bjargað, men nú er tað so vorðið staðfest, at skipið sakk út fyri Søgne í Vest-Agder.

Søgne Dykkerklubb hevur roynt at funnið skipið í 40 ár, og tað vóru eisini nú at enda limir í kavarafelagnum, sum funnu vrakið. - Vit eru í sjokki. Vit hava leitað eftir skipsvrakinum fleiri ferðir uttan hepni - og so knappliga er skipið bara har, sigur Espen Lauritsen.

Soleiðis lýsir hann støðuna, tá hann saman við kavaravinmanni sínum, Jan Kristoffersen, fann vrakið í einum øki út fyri Søgne, sum teir ikki vilja upplýsa um alment. Vrakið varð funnið hin 10. mars í ár, men hetta er ikki almannakunngjørt fyrr enn nú.

##med2##

Vrakið av Juffrau Elisabedt liggur partvís undir sandi, men sum skilst er tað rættiliga væl varðveitt, og frá norskum myndugleikum sluppu teir, sum funnu vrakið, at taka eina skipsklokku upp við sær. Tað er klokkan á ovastu myndini í hesi grein.

NRK veit at siga, at bæði træverk og lutir á skipsvrakinum annars eru væl varðveittir. - Hetta var sum at fara inn í eitt ónortið museum, tí her hevur jú eingin verið, síðan skipið endaði við havsins botn í 1760, sigur kavarin, Jan Kristoffersen.

##med3##

Myndugleikarnir góvu kavarunum loyvi til at taka hesa skipsklokku upp úr vrakinum.