KBI í Klaksvík hevur keypt Pólar í Havn

Vælkenda akkumulatorfyritøkan Sp/F Pólar, sum Meirgeir Ørvarodd hevur havt í gomlu hølunum hjá Reyni Service úti í Rættará í Havn heldur fram í sama stað, sigur nýggi eigarin.

Gamli eigarin, Meirgeir Ørvarodd, og nýggi eigarin, Karl Birgir Isaksen

Gamli eigarin, Meirgeir Ørvarodd, og nýggi eigarin, Karl Birgir Isaksen

– Tað er við størstu virðing og stoltleika, at KBI yvirtekur vælkendu akkumulatorfyritøkuna, Pólar, sum framvegis verður við Rættará í Tórshavn.

Tað sigur Karl Birgir Isaksen, stjóri hjá KBI í Klaksvík, sum hevur keypt fyritøkuna Pólar í Havn.

– Vit fara at veita kundunum so góða tænastu, sum til ber. Pólar selur akkumulatorar og battarí frá kendum framleiðarum, sum Varta og Panasonic og løðitól frá Ferve. Tit eru altíð vælkomin inn - kaffi og smíl eru sjálvandi ókeypis, sigur Karl Birgir Isaksen.

KBI er kend fyritøka í Klaksvík við stórum amboðshandli. Ella sum tey sjálvi siga – Føroya størsti amboðshandil:

»Í Klaksvík hava vit Føroya størsta amboðshandil. Goymsluhølið á 1300 fermetrar er fult av dygdargóðum vørum. Úrval okkara fevnir millum annað um amboð, maskinur, kompressarar, sveisitól, trygdarútgerð, gass, grillir, olju, legur, vaskiútgerð, sápu og hitapumpur. Umframt okkara stóra úrval útvega vit viðskiftafólki okkara tað, ið tørvar«, sum felagið skrivar á heimasíðuni.

SP/F KBI er ein vælrikin fyritøka. Í seinasta almenna roknskapinum, sum er fyri 2018, sæst, at fyritøkan hetta árið hevði eitt avlop upp á 4,7 milliónir krónur. Árið fyri var avlopið enn hægri, góðar 5,3 milliónir krónur. Bruttovinningurin liggur um 12 milliónir krónur, og eginpeningur felagsins er 12,6 milliónir krónur – og tað er eftir at felagið síðani 2004 hevur megnað at goldið slakar 21 milliónir krónur í vinningsbýti.

Stjóri í Sp/F KBI er Karl Birgir Isaksen, sum eisini eigur felagið.

Gamli eigarin, Meirgeir Ørvarodd, og nýggi eigarin, Karl Birgir Isaksen