Keflavík: Hetta sær ógvusligt út

Eingin av teimum 166 ferðandi, ið vóru við flogfarinum, sum lendi í Keflavík seinnapartin í dag, fingu skaða undir lendingini.

Flogfarið liggur á liðini eftir at hava lent í Keflavík seinnapartin í dag. Mynd: Flugblogg.is

Flogfarið liggur á liðini eftir at hava lent í Keflavík seinnapartin í dag. Mynd: Flugblogg.is

 

Eitt flogfar hjá Icelandair av slagnum Boeing 757 oyðilegði partar av undirstellinum, tá tað lendi í floghavnini í Keflavík seinnapartin í dag.

Tað skriva AirLive.net og aðrir netmiðlar.

Lagt verður aftrat, at flogfarið, sum kom úr Berlin, lendi í stormi í Keflavík og oyðilegði høgra lendingarhjól undir lendingini.

Sagt verður, at eingin av teimum 166 ferðandi, sum vóru við flogfarinum, fingu skaða undir hørðu lendingini í Keflavík.

Hendingin fór fram um 16-tíðina seinnapartin í dag og flogvøllurin, sum eitt skifti var stongdur, er opin aftur, vita airlive.net at siga.

Sambært íslendska ríkisútvarpinum - RUV - er íslendska skaðanevndin farin í holt við at kanna umstøðurnar kring hendingina.

Sum skilst, er ikki greitt, um lendingarhjólið var oyðilagd fyri lendingina - ella, um tað oyðilegðist, tá flogfarið lendi í Keflavík.

##med2##

 

 

Flogfarið liggur á liðini eftir at hava lent í Keflavík seinnapartin í dag. Mynd: Flugblogg.is