Keflavík hevur nú 24 rutur út í Evropa

Eftir drúgvu korona-kreppuna, er nú lív við at koma í aftur í floghavnini í Keflavík í Íslandi.

 

Floghavnin í Keflavík í Íslandi er nú so smátt komin í gongd aftur við flúgving til Evropa og USA eftir drúgva korona-steðgin.

Floghavnin hevur nevniliga flogrutur til 25 støð í 14 evropeiskum londum, umframt Boston í USA. Haraftrat kemur so flogrutan til Nuuk, sum Air Greenland tekur sær av.

Hetta sæst í einum yvirliti, sum floghavnin í Keflavík hevur lagt út á sína heimasíðu.

Londini, sum flogið verður til í minsta lagi einaferð um vikuni, eru hesi (sí niðanfyri) - og talið í klombrum merkir, hvussu mong støð flúgvast kann til í viðkomandi landi:

Danmark (2), Svøríki, Noreg, Letland, Pólland (5), Týskland (5), Ungarn, Kekkia, Eysturríki, Sveits, Italia, Frakland (2), Háland og Belgia.