Kemur eitt óløgi er einki hjá ferðafólki at halda sær fast í

Støðan á lendingini í Svínoy er als ikki nøktandi, sigur fyrrverandi avgreiðslumaðurin hjá Strandferðsluni í Svínoy

Lendingin í Víkini er ikki nóg góð og nóg trygg, og har er einki at halda sær í. Myndinin er av foroyakort.fo

Lendingin í Víkini er ikki nóg góð og nóg trygg, og har er einki at halda sær í. Myndinin er av foroyakort.fo

Støðan á lendingini í Svínoy eru als ikki nøktandi.

Tað sigur Óli A. Reinert á Geilini, fyrrverandi avgreiðslumaður hjá Strandferðsluni í Svínoy,  og tað sigur hann nú Løgtingið er farið at viðgera fíggjarlógina fyri næsta ár.

Hann sigur, at umstøðurnar eru ikki nøktandi, hvørki fyri trygdina, ella fyri arbeiðsumstøðurnar, og tí heldur hann, at ábøtur mugu gerast beinanvegin.

Hann sigur, at fyri seks árum síðani heitti hann á Klaksvíkar býráð um at gera nakað við støðuna, men enn er ikki nógv hent - og februar í ár endurtók hann áheitanina.

Men hann heldur, at ferðasambandi til útoyggjarnar í Føroyum er kanska eitt landsmál og tí heitir hann nú á Løgtingið um at taka málið upp. Men hann heldur, at skal Kommunan rinda ein part av kostnaðinum, eigur hon at gera tað, skoytir hann upp í.

Í hesum sambandi vísir hann á, at tað er alt ov trongligt á lendingini í víkini í Svínoy, tí hon er bæði ov smøl og ov stutt. Sostatt  er tað bæði neyðugt, at breiðka hana og at leingja hana, sigur hann.

Harafturat eigur eitt stakitt at verða gjørt á tí síðuni, har Ritan ikki leggur at, leggur hann afturat.

– Vit hava við eitt brimpláss at gera, og skuldi eitt óløgi skola yvir keiina, so er ongastaðni nakað at taka í fyri at halda seg fastan, og hetta er als ikki gott nokk, sigur hann í áheitanini á Løgtingið.

– Ferðafólk eiga at kunna koma í land undir so góðum umstøðum, sum tað nú einaferð ber til á einum brimplássi, og tað eigur at vera nógv betri pláss fyri tí farmi, sum verður skipaður upp.

Óli A. Reinert á Geilini sigur, at hóast tað er styttri at sigla til lendingina a Eiðinum, slepst ikki undan at sigla í víkina, tá líkindini á eiðinum eru ov ring - og hann sigur, at umstøðurna á Eiðinum kunnu vera ógvuliga svikaligar.

– Tað kunnu ganga bæði dagar og vikur, har einki gerst á Eiðinum fyri ókyrru og brimi. Ta einu løtuna kann kyrran síggja tolulig út, men brádliga kunnu óløgir taka seg upp og skola yvir keiina. Hetta er ikki bara nakað eg sigi, men eg kenni hetta av beiskum royndum, leggur hann afturat.

– Tí hava vit brúk fyri báðum lendingunum, og nú er tíðin komin at breiðka og leingja keiina í víkini, sigur hann.

Hann skoytir upp í, at nú eitt nýtt avloysaraskip verður bygt til Strandferðsluna, er neyðugt at hava í huga, at tað skipið eisini kann leggja at í víkini í Svínoy.

 –Við verandi lending ivist eg í, um umstøðurnar eru nóg góðar, sigur Óli A. Reinert á Geilini.

Lendingin í Víkini er ikki nóg góð og nóg trygg, og har er einki at halda sær í. Myndinin er av foroyakort.fo