Kemur væl við nú tey skulu byggja

Hon var heppin í kvøld, tá hon í seinastu royndini í Gekka-spælinum tryggjaði sær 200.000 skattafríar krónur.

Marta Torfríð Hentze og dóttirin, Olea Benadikta.

Marta Torfríð Hentze og dóttirin, Olea Benadikta.

 

Tað var Marta Torfríð Hentze á Sandi, sum fekk fulla plátu og slapp at snara gekka-hjólinum í kvøld. Høvuðsvinningurin var á 600.000 krónur, sum hon valdi at deila í teir tríggjar leyparnar við 200.000 krónum í hvørjum.

Í fyrsta drátti steðgaði hjólið á 15.000 krónum, sum faldað við fimm hevði givið henni 76.000 krónur. Tað er ein góður vinningur, tá samlaði vinningurin í hvørjum leypi sær er á 200.000 krónur.

Men, Marta Torfríð Hentze valdi at koyra víðari. Í øðrum drátti gekk ikki eins væl og í hinum fyrsta. Tá steðgaði hjólið á 10.000 krónum, og nú minkaði vinningur niður í 30.000 krónur, tá talið varð faldað við trý.

Nei, nú valdi Marta Torfríð Hentze at royna triðja og seinasta møguleikan eisini, og púra rætt gjørdi hon. Hon kundi so ikki fáa minni enn 10.000 krónur, men hon kundi eisini fáa 20.000 - og enntá 200.000 krónur.

Og Marta Torfríð Hentze var heppin, sera heppin!

Tá hjólið steðgaði, stóð seymurin beint á reyða leypinum við 200.000 krónum í. Tað hoyrdist í telefonini, at frøin var stór, og sjálvsagt var hon tað. 200.000 krónur er ein góður vinningur.

In.fo kann leggja aftrat, at Marta Torfríð Hentze og sjeikurin, Jens Marius L. Stovugarð, júst skulu í holt við at byggja sær sethús í nýggju útstykkingini á Vatnsryggi á Sandi, og her kostar eitt planerað grundstykki slakar 200.000 krónur.

Fantastiskt - og hjartaliga tillukku, Marta og Jens Marius :)

 

 

 

 

Marta Torfríð Hentze og dóttirin, Olea Benadikta.