Kend andlit verða ikki aftur at síggja í Degi og Viku

Nú skal kringvarpið hava meiri tíðindi kring landið

 

Í VikuskiftisSosialinum er samrøða við tíðindaleiðaran í Kringvarpinum um broytingarnar í Degi & Viku

Í VikuskiftisSosialinum er samrøða við tíðindaleiðaran í Kringvarpinum um broytingarnar í Degi & Viku

Hereftir skal Dagur og Vika hava meiri tíðindi kring landið. Tað er eitt úrslit, nú Kringvarpið er undir veturin.

Kringvrpið er mangan skuldsett fyri at hava alt ov nógv tíðindini úr Havnini, ímeðan tey lítlan og ongan áhuga sýna fyri tí, sum fyriferst kring landið.

Men nú skal broyting koma í, tí nú fær Dagur og Vika eitt ferðaliðið, sum fer úr kringvarpshúsinum mánamorgun og eru ikki aftur fyrrenn fríggjadagin.

Liðið ferðast kring landið og ger tíðindainnsløg til Dag og Viku, eins og møguleiki verður at senda beinleiðis til tíðindasendingina ymsastaðni frá úr Føroyum.

Men broytingarnar í Kringvarpinum bera eisini í sær, at kendir vertir í Degi og Viku ikki aftur verða at síggja á skíggjanum.

Kendir vertir, sum hava verið fastir gestir í stovunum hjá fólki í fleiri ár, verða nevniliga ikki aftur at síggja á skíggjanum sum vertir.

Talan er um vertirnar, Johnsigurd Johannesen, Sigrún Brend og Bogi Godtfred, sum ikki longur verða vertir í Degi og Viku, men ístaðin fara tey at røkja aðrar journalistiskar uppgávur.

Nýggir vertir í degi og viku verða Sólvit Nolsøe, Elin Mirjamsdóttir, Heini Gaard og onnur.

Yvirhøvur ætlar Kringvarpið at gera meiri burtur úr Degi og viku, tí ætlanin er at fara meiri í dýbdina við tíðindum.

– Umframt vanlig tíðindi, fer tíðindasendingin í størri mun at viðgera eitt høvuðsevni í hvørjari sending, eisini við samrøðum, kjaki og greiningum, sigur KvF.

 

Les nógv meiri um hetta í Sosialinum hetta vikuskiftið, har vit tosa við tíðindaleiðaran í Kringvarpinum um broytingarnar, sum verða Kringvarpinum

Í VikuskiftisSosialinum er samrøða við tíðindaleiðaran í Kringvarpinum um broytingarnar í Degi & Viku

Johnsigurd Johannesen er ein av teimum, sum ikki verður at síggja á skiggjanum aftur í Degi og VIku