Kendur reiðari bjóðar seg fram fyri Fólkaflokkin

Hans Andrias Kelduberg stillar upp til komandi løgtingsval

Hans Andrias Kelduberg, reiðari í THOR samtakinum, ger nú eina roynd at sleppa upp í landspolitikk. Á Facebook boðar Fólkaflokkurin nevniliga frá, at kendi reiðarin verður millum valevnini hjá flokkinum til komandi løgtingsval.

- Hans Andrias er 50 ára gamal og útbúgvin skipari av Føroya Sjómanskúla. Hann keypti sær skip sum 22 ára gamal og hevur verið skipari, reiðari og forstjóri í THOR samtakinum í sløk 30 ár. Hann hevur verið virkin innan fiski- og frálandavinnu hesi árini. Hann hevur myndað nýhugsan innan hesar vinnugreinar og tora at traðkað fram, tá tað hevur verið brúk fyri hansara hugsan í samfelagnum, skrivar Fólkaflokkurin um nýggjasta valevnið.
Hans Andrias er ættaður úr Hósvík, er búsitandi í Hoyvík og er giftur við Súsonnu, ið er ættað úr Nólsoy. Saman eiga tey fimm børn.

Millum hjartamálini hjá Hans Andrias Kelduberg kunnu nevnast ein sunnur fíggjarpolitikkur, nýhugsan á orkuøkinum, menning av nýggjum vinnnum og at vælferðarsamfelagið skal røkka út til øll.

- Ein stemma til mín, gevur aftursvar til skilagóðan politikk fyri Føroya land, sigur Hans Andrias Kelduberg við Facebooksíðuna hjá Fólkaflokkinum.