Kendur tónleikabólkur tikið videolag upp í Føroyum

Ein av kendastu kristnu tónleikabólkunum í heiminum, Hillsong Young&Free, hava gjørt videolag í Føroyum, tá teir í summar vóru í Føroyum og høvdu konsert í Kelduni í Skálafirði.

 

Pætur Høj gjørdi føroysku upptøkurnar, saman við einum upptøkumanni, ið teir sjálvir høvdu við. Her sæst sangarin í bólkinum sita við klaver og spæla og syngja, og eisini er hann úti í føroysku náttúruni.

Videolagið er at síggja og hoyra her:

https://www.youtube.com/watch?v=7ESO6SHEwGk&feature=youtu.be