Kennedy-familjan aftur rakt av vanlukku

Abbadóttir Robert F. Kennedy og átta ára gamli sonur hennara eru ikki afturíaftur komin eftir túr í báti.

Maeve Kennedy í ljósareyðum kjóla er saknað. Tað er sonurin - nummar tvey høgru megin - eisini.

Maeve Kennedy í ljósareyðum kjóla er saknað. Tað er sonurin - nummar tvey høgru megin - eisini.

 

Kennedy-familjan í USA er aftur vorðin rakt av einari vanlukku.

Abbadóttir Robert F. Kennedy, Maeve Kennedy Townsend McKean, og átta ára gamli sonur hennara - Gideon - eru nevniliga saknað eftir ein túr í lítlum báti.

Sjálvur varð Robert F. Kennedy skotin í 1968, tá hann var forsetavalevni. Beiggi hansara, John F. Kennedy, sum var amerikanskur forseti, varð skotin í Dallas í 1963.

Kennedy-familjan hevur upp gjøgnum tíðirnar verið fyri einari røð av ymiskum vanlukkum, og so seint sum í august í 2019 varð 22 ára gamli, Saoirse Kennedy Hill, funnin deyður.

Tað var guvernørurin í Maryland, Larry Hogan, sum á tíðindafundi í dag váttaði, at móðir og sonur eru saknað, og tað er tíðindastovan - ABC - sum ber hesi tíðindi. Løgreglan hevur sagt, at tey hava funnið ein lítlan bát, sum líkist bátinum, ið tey bæði vóru við.

Sambært myndugleikunum á staðnum var nógvur vindur, og hetta er helst orsøkin til, at móðir og sonur ikki megnaðu at rógva til lands aftur. Familjan hevur heitt á miðlarnar um at geva teimum frið, og tey hava biðið fólk um at biðja fyri teimum, sum eru burtur.

Aftur og aftur hevur Kennedy-familjan verið rakt av óskiljandi vanlukkum. - Tað hongur eitt vanlukkuligt slør yvir familjuni, hevur onkur USA-serfrøðingur sagt.

* 1963: Forsetin, John F. Kennedy, verður skotin í Dallas

* 1968: Robert F. Kennedy, forsetavalevni, verður skotin í Kalifornia.

* 1984: Sonur Robert F. Kennedy - David - doyr at yvirdosis.

1997: Sonur Robert F. Kennedy - Michael - doyr í einari skíðvanlukku.

* 1999: Sonur, John F. Kennedy - John F. Kennedy Jr. og kona hansara - doyggja í einari flogvanlukku.

* 2019: Abbadóttir Robert F. Kennedy, Saoirse Kennedy Hill, doyr av yvirdosis.

* 2020: Abbadóttir Robert F. Kennedy - Maeve Kennedy Townsend McKean og sonur hennara - eru saknað eftir vanlukku í báti.

 

 

Maeve Kennedy í ljósareyðum kjóla er saknað. Tað er sonurin - nummar tvey høgru megin - eisini.