Kent andlit verður ikki aftur at síggja í býráðnum í Havn

Eftir at hava sitið í býráðnum í 16 ár, heldur hon, at stundin er komin at finna hurðina

Marin Katrina Frýdal gevst nú í Býráðnum. Undir liðini á henni er tað floksfelagin, Jákup Dam

Marin Katrina Frýdal gevst nú í Býráðnum. Undir liðini á henni er tað floksfelagin, Jákup Dam

Tað er nú greitt, at eitt vælkent navn ikki verður at finna á listanum hjá Tjóðveldi til býráðsvalið í Havn seinni í ár.

Marin Katrina Frýdal, sum hevur sitið í býráðnum í 16 ár, hevur gjørt av, at hon stillar ikki upp aftur.

Men hetta er ikki ein avgerð, hon hevur tikið brádliga.

Longu á valinum fyri fýra árum síðani, gjørdi hon nevniliga av, at hetta skuldi vera tann seinsta setan, sigur hon.

– Eg haldi ikki, at nakar eigur ein sess í býráðnum og nú eg havi sitið í sekstan ár, haldi eg, at tað er nóg mikið, sigur hon.

– Nú er tíð upp á at finna hurðina, og eg haldi, at tað hevur stóran týdning, at vit ikki leggja okkum á ein býráðsess, men eisini lata onnur, og yngri fólk, fáa møguleikan. Tað hevur Havnin og kommunan stórliga brúk fyri, sigur Marin Katrina Frýdal.

Annars heldur hon ikki, at tað er ikki frítt, at okkurt er komið burtur úr hesi árini, hon hevur verið í býráðnum, tí hon hevur verið við til at fremja eina ørgrynnu av stórmálum.

Tær báðar fyrstu seturnar var hon forkvinna í teknisku nevnd, har hon sigur, at hennara fremsta raðfesting var at fáa kloakkviðurskiftini í rættlag. Eitt úrslit av hesum, eru blómandi trivnaðarøki í Vágsbotni og í Nólsoy, sigur hon.

Bussleiðin var eisini hennara hjartamál, har hon stóð fyri at at skipa bøta um koyringina, og at gera hana ókeypis at brúka.

– Onnur avrik, eg havi verið við at fremja, er Skúlin á Argjahamri, Boðanesheimið og, ikki minst sjógvhitin, sum var eitt tógvið, politiskt stríð, men sum tíbetur eydnaðist at fáa framt, sigur Marin Katrina Frýdal.

Musikkskúlin, skúlin á Fløtum, brúgvin um Sandá, eru onnur mál, sum eru framd á hennara vakt í býráðnum.

Hesa setuna hevur hon verið forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini, har hon sigur, at bústaðarneyðin hevur verið stórsta málið.

– Í hesum sambandi er ein bústaðarpolitikkur gjørdur við grundarlagi í eini tørvsmeting, sum byggir á borgarafundundir og spurnarkanningar. Í hesum sambandi eru yvir túsund nýggir bústaðir útvegaðir, eisini leiguíbúðir. Samstundis verða 160 bústaðir útvegaðir í Stórubrekku, sum verður ein nýggjur býlingur í Hoyvík. Og harafturat er klárt at fara undir Stórutjørn, sum verður nýggi býlingurin í Hoyvík.

Arkitektakapping hevur eisini verið um, hvussu Vágsbotnur skal skipast og í næstum verður farið undir at gera hann til eitt ordiligt trivnaðarøkið í høvuðsstaðnum. 

Nøkur av hennara hjartamálum hevur eisini verið at økja um trivnaðin hjá fólki við grønum økjum og lendisgøtum um alla kommununa, og í so máta er Havnin ein heilt annar býur í dag, enn hann var fyri 15 árum síðani, heldur hon.

Hon dylur ikki fyri, at tað er krevjandi at vera býráðslimur, tí fleiri og fleiri uppgávur verða lagdar undir kommunurnar.

– So skal starvið sum býráðslimur, serliga tá ið tú er forkvinna í eini nevnd, røkjast til lítar, verður neyðugt at fara niður í tíð í tí borgarliga starvinum og tað havi eg eisini gjørt, sigur hon. Hon er eisini nevndarlimur í Sev, og tað krevur eisini sítt, leggur hon afturat.

 Men tað er ikki tí, at eg gevist nú. Eg havi aldrin ætla mær, at býráðsarbeiðið skuldi vera eitt lívsstarv og nú er stundin komin at lata onnur fáa møguleikan, sigur hon­.

Marin Katrina Frýdal gevst nú í Býráðnum. Undir liðini á henni er tað floksfelagin, Jákup Dam