Kent bilamerki fær nýtt umboð í Føroyum

Tað verður á nýggjárinum at umboðið skiftur

Jákup á Borg, høgrumerin, og Høgni Eysturoy, sum eisini arbeiðir á Bilrøkt

Jákup á Borg, høgrumerin, og Høgni Eysturoy, sum eisini arbeiðir á Bilrøkt

Tað er nú greitt, at kenda bilamerki úr Suðurkorea, Kia, fær nýtt umboð í Føroyum.

Í løtuni er tað Berg Motors, sum umboðar Kia, men á nýggjárinum verður tað Bilrøkt, sum skal umboða Kia, og sostatt yvirtaka tey alla sølu og tænastu í sambandi við KIA í Føroyum, bæði fyri nýggjar og brúktar bilar.

– Vit hava leingi ynskt okkum at fáa eitt bilmerki at umboða, og tá hetta gjørdist ein møguleiki, tóku vit sjálvandi av, sigur Jákup á Borg, stjóri í Bilrøkt, í eini fráboðan í dag.

Hann sigur, at tað vóru fleiri um boðið, men at tey í Bilrøkt hava verið í einum góðum samskifti við Kia í Danmark og nú er so greitt, at tað gav úrslit.

Kia, er eitt av størstu merkjunum í heiminum og á Bilrøkt fara tey nú at byggja eina nýggja søluhøll til hetta endamálið, sigur Jákup á Borg.

 

 

 

Jákup á Borg, høgrumerin, og Høgni Eysturoy, sum eisini arbeiðir á Bilrøkt