Jørgen má svara øllum spurningum

- Higartil hevur Jørgen Niclasen ikki svarað beinleiðis uppá nógvar spurningar. Ger hann ikki tað í dag, so standa ivaspurningarnir eftir, metir Eydna Skaale, cand.mag. í retorikki og journalistikki

Eydna Skaale, journalistur í Miðlahúsinum, útbúgvin cand.mag í retorikki og journalistikki

Eydna Skaale, journalistur í Miðlahúsinum, útbúgvin cand.mag í retorikki og journalistikki

- Higartil hevur Jørgen Niclasen ikki svarað beinleiðis uppá nógvar spurningar. Ger hann ikki tað í dag, so standa ivaspurningarnir eftir, metir Eydna Skaale, cand.mag. í retorikki og journalistikki

 

Síðani tollmálið kom undan kavi 19. desember í fjør hevur Jørgen Niclasen ikki gjørt stórvegis fyri at forklára sína sak og svara spurningum frá fjølmiðlum.

 

Tað verður loksins gjørt á tíðindafundi, sum verður hildin í Miðlahúsinum klokan 15 seinnapartin.

 

Les eisini: Jørgen Niclasen lovar eina drúgva frágreiðing

 

Eydna Skaale, journalistur í Miðlahúsinum, er útbúgvin cand.mag í retorikki og journalistikki.

 

- Tað sum Jørgen Niclasen higartil hevur gjørt er at royna at seta málið inn í ein annan samanhang, og grundgevingarnar hava bygt á kenslur, sigur Eydna Skaale og heldur fram:

 

- Hann hevur sett málið inn í ein persónligan samanhang, har hann og beiggjarnir royndu at hjálpa til í familjufyritøkuni. Og so hevur hann roynt at seta málið inn í eitt samfelagsligt høpi, at kreppan kom og táverandi landsstýrismaður brádliga hálaði teppið undan fyritøkuni.

 

Hinvegin hevur verið torført hjá Jørgeni Niclasen at svara beinleiðis uppá spurningar.

 

Tað má formaðurin í Fólkaflokkinum gera í dag, nú hann kallar inn til tíðindafund.

 

- Nú mugu vit forvænta, at Jørgen Niclasen lurtar eftir ítøkiligu spurningunum og svarar teimum. Og at hann ikki frammanundan hevur lagt sær nakrar setningar sum standardsvar, sigur Eydna Skaale.

 

Hoyr samrøðu við Eydnu Skaale við at trýsta á pílin undir myndini.

 

Jørgen Niclasen hevur tíðindafund í Miðlahúsinum klokkan 15 seinnapartin. Rás2 sendir beinleiðis frá tíðindafundinum. Rás tvey kann hoyrast á netinum VIÐ AT TRÝSTA HER