Keypt maskur, spritt og handskar fyri 12.000 krónur

Leif Erik Niclasen hevur latið teimum, ið hava tørv á tí, maskur, spritt og handskar

Leif Erik Niclasen hevur seinastu dagarnar brúkt 12.000 krónur upp á maskur, spritt og gummihandskar, sum hann hevur latið teimum, ið hava tørv á tí.

– Tað er fyri tað mesta eldri fólk, einligar mammur, men eisini onkur einligur pápi, sigur Leif Erik Niclasen, sum eisini hevur viðgjørt sína egnu masku, soleiðis at hon hevur fleiri løg innií.

Í maskuna hevur Leif Erik Niclasen seymað tvey stykki av toy saman um eitt stykki av plastikki, og hann sigur, at hann hevur eina skyldu yvir fyri sínum medborgarum ikki at lata seg smitta ella bera smittuna víðari.

Innanfyri maskuna er eisini eitt hálsrør, sum ber til at vaska.

Tá spurdur, um tað ikki er trupult at anda gjøgnum eitt stykki av plastikki, yippir Leird Erik Niclasen øksl og spyr "Eri eg ikki livandi enn?"

Leif Erik Niclasen fegnast um, at Apotekið selur spritt fyri yvirkomiligan prís, men samstundis fýlist hann á, at handilslívið hevur lagt seg eftir at forvinna pening av neyðini og selir handspritt fyri okursprís.