Keypti lekran dýnujakka til mannin

- Hin rætta gávan fløvar mest, og hon er ikki tengd at prísinum, heldur Margret Mortensen.

 

 

Hvat heldur tú um tiltakið, Black Friday?

- Eg haldi, at tiltakið er eitt gott høvi at finna onkra ætlaða jólagávu, sum tá kann fáast nakað bíligari. Tó haldi eg, at tað ofta eru heldur nógv fólk, sum renna runt, og tá fer hugnin av jólagávukeypinum. 

Tað sigur Margret Mortensen, sum vit hava sett nakrar spurningar.

Plagar tú at fara til handils henda dagin?

- Eg havi verið í Danmark tilvildarliga, tá Black Friday hevur verið. Tá havi eg verið til handils saman við dóttrini, har hon hevur gingið við longum lista, ið er væl planlagdur. Vit hava so etið frokost saman og fingið drekkamunnar inn ímillum. Soleiðis hava vit eisini havt tað stak hugnaligt ein slíkan dag.

Kann tað hugsast, at onkur jólagáva verður keypt?

- Tað er ikki óhugsandi, at eg fari at leita eftir onkrari av planløgdu jólagávunum.

Minnist tú okkurt gott keyp Black Friday?

- Eg minnist, at eg í Keypmannahavn keypti ein lekran dýnujakka til mannin í jólagávu. Annars vil eg siga, at eg vanliga keypi jólagávurnar so við og við. Eg hugsi um tey, eg kenni, og hvat teimum dámar. So, tað er ofta nokso spontant, at okkurt verður funnið.

Og at enda leggur hon aftrat:

- Sjálv haldi eg, at bestu gávurnar eru tær, ið eru givnar við rætta hjartalagnum. Tær fløva mest og eru ikki tengdar at prísinum, sigur Margret Mortensen.