Keypti Sandoy Seafood fyri eina krónu

Men skal brúka einar 8-10 milliónir afturat fyri at yvirtaka.

Óli og Ann Dorith Nattestad hava í dag keypt partapeningin í Sandoy Seafood og harvið tey bæði flakavirkini í Skopun og á Sandi.

Við Kringvarpið í kvøld segði Óli Nattestad, at hann fekk eina uppringing frá Jonhard Johannesen, løgtingsmanni úr Dali, tá hann kom í land av Norrønu mikudagin.

– Tá ringdi ein fýrur til mín, og tá hann ringdi, so visti eg, hvat hann vildi. Tað var Jónleif Johannesen, løgtingsmaður. Hann kunnaði meg um støðuna, og so hava vit havt fundir við banka og onnur, og aðrir politikarar hava verið uppií, segði Óli Nattestad.

– Tá ið Jónleif ringdi fyrstu ferð, tá bestemmaði eg meg beinanvegin.

Hann sigur, at tað tóktist eitt sindur tungt í fyrstuni, men at hann nú trýr upp á tað.

Óli Nattestad er úr Skálavík, og konan Ann Dorith Nattestad er úr Skopun. Tey búgva í Hirtshals.

– Eg segði við konuna, at tað besta sum eg eigi, tað havi eg fingið úr Skopun, so tað ger einki, um man gevur eitt sindur aftur til bygdina, segð Óli Nattestad í samrøðu við Útvarpið.

Óli Nattestad hevur tjent nógvar pengar, tá hann seldi sín ognarpart í reiðarínum Ruth fyri nakrar hundrað milliónir.

– Vit gera hetta ikki fyri vinnings skuld. Tað vita øll. Tað er bara at hyggja í roknskapirnar. Tað er hjarta fyri oynni, sum hevur týdning hjá okkum, segði hann.

Óli Nattestad var avgjørdur, tá Kringvarpið spurdi hann, um uppsøgdu starvsfólkini á virkinum kunnu vænta sær at fáa arbeiði aftur á virkinum.

– Tey skulu ikki bara vænta sær at fáa arbeiði. Tey fáa arbeiði. Tá stjórin hevur fingið fatur á fiski, so verður arbeiðið tikið uppaftur. Tað er klárt at fara í gongd. Virkið er keypt, og pengar eru á kontoini.

Óli Nattestad segði við Útvarpið, at hann er greiður yvir vandan at verða misnýttur politiskt, nú tað stundar til val, men tað vónar hann ikki fer at henda.

Um møguleikan at fáa rávøru til virkið sigur hann, at tey fara at keypa á uppboðssøluni og so frá teimum sambondum, sum virkið hevur frammanundan.