Keyptu Hansinu út fyri 100.000 krónur

Hansina Iversen var ein av teimum trimum, ið varð útvald at listprýða skúlan á Fløtum, men hetta gjørdist brádliga av ongum, tí í oktober mánaða í fjør fekk hon ein teldupost frá listabólkinum í Tórshavnar kommunu, sum segði, at hon var ikki longur partur av arbeiðinum, og at hon ístaðin fekk 100.000 krónur.

Hansina Iversen heldur lítið um framferðina hjá listabólkinum hjá Tórshavnar kommunu, og serliga heldur hon, at boðini kundu verið givin á øðrvísi hátt enn umvegis teldupost.

Hansina Iversen ásannar, at eingin sáttmáli var undirskrivaður. Kortini vísir Hansina Iversen á, at tey høvdu eina munnliga avtalu, og kommunan hevði sent tíðindaskriv til miðlarnar - bæði um at tey trý vórðu vald at gera listprýðingina, umframt tá tey høvdu verið og hugt eftir skúlanum.

– Eg havi lagt hetta árið til rættis eftir, at eg skal vera úti á skúlanum í fýra mánaðir og mála. Eg havi sagt nei til aðrar avtalur og framsýningar, tí eg visti, at hesir mánaðirnir vóru upptiknir av hesari uppgávuni, sigur Hansina Iversen.

Orsøkin til, at Hansina Iversen varð vald frá, er, at pengarnir rukku ikki, sigur Jákup Simonsen, formaður í listabólkinum í Tórshavnar kommunu. Listaverk hjá øðrum av hinum listafólkunum kostaðu ov nógv, tá avtornaði, og tí mátti listabólkurin velja onkran frá, sigur Jákup Simonsen.

Les meira um málið í Vikuskiftissosialinum, sum er at finna á netinum her.