Teitur Vestergaard Jakobsen og Vinjard Johansen frá Bilrøkt

Kia framsýningar kring landið

Í hesum døgum ferðast fyritøkan Bilrøkt við eini framsýning av nýggjastu modellunum hjá Kia.

Teir hava verið í Fuglafirði, Runavík og á Skála. Tann 9. og 10. mai verður sýnt fram í Sundalagnum og frá 11. til 16. mai er framsýningin heima hjá Bilrøkt í Stiðjagøtu í Havn.

Frá 21. til 23. mai er framsýningin í Klaksvík, og 28. til 30. mai er framsýningin i Miðvági.

– Eftir ætlan koma vit seinni at hava framsýningar á øðrum støðum. Endamálið er at sýna fram bilarnar. Kia hevur eina stóra vøruskrá við nógvum ymiskum modellum, og her kunnu fólk síggja og royna bilarnar, samstundis sum tey fáa eitt gott tilboð frá okkum, sigur Vinjard Johansen, sølustjóri hjá Bilrøkt.  

Teitur Vestergaard Jakobsen og Vinjard Johansen frá Bilrøkt