Sambært Sermitsiaq segði Kim Kielsen í dag, at ferðafólkini, sum vóru undir illgruna fyri corona-virus, komu úr Føroyum.

Kim Kielsen: Corona-mistonktu komu úr Føroyum

- Føroyingarnir eru settir í sóttarhald, og restin at ferðafólkunum eru býtt upp í tveir bólkar - ein há-og ein lágvandabólk, skrivar Sermitsiaq.

 

 

Sambært Sermitsiaq segði Kim Kielsen í dag, at ferðafólkini, sum vóru undir illgruna fyri corona-virus, komu úr Føroyum.

 

Tvey ferðafólk, sum í dag hava lopið ótta á grønlendingar um, at corona-smittan nú kanska er komin til Grønlands, komu úr Føroyum.

Tað upplýsti grønlendski landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, á einum tíðindafundi í dag sambært Sermitsiaq. Tað var klokkan 13 grønlendska tíð í dag, at landsstýrisformaðurin bjóðaði til tíðindafund um støðuna við corona-virus.

Kim Kielsen upplýsti sambært Sermitsiaq, at umrøddu ferðafólk, sum vóru í flogfarinum úr Keypmannahavn til Kangerlussuaq, vóru komin úr Føroyum, og at illgruni var um, at hesi vórðu smittað við corona-virus. 

Sermitsiaq vísir á, at tveir aðrir føroyingar eisini eru staðfestir smittaðir við corona-virus. 

Heimasíðan skrivar, at grønlendsku myndugleikarnir vóru skjótir at taka neyðug stig, tá tað frættist um støðuna hjá báðum ferðafólkunum, sum Sermitsiaq sigur eru úr Føroyum.

- Teir báðir føroyingarnir eru settir í sóttarhald, og restin at ferðafólkunum eru býtt upp í tveir bólkar - ein há-og ein lágvandabólk, skrivar Sermitsiaq.

##med2##

##med3##

##med4##

 

 

Sambært Sermitsiaq segði Kim Kielsen í dag, at ferðafólkini, sum vóru undir illgruna fyri corona-virus, komu úr Føroyum.

Líkt kundi verið til, at Kim Kielsen hevur verið heldur skjótur við "avtrekkjaranum".

Tey fyrstu tíðindini úr Grønlandi í dag um corona-virus tóktust eitt sindur trilvandi.

Kegl er á heimasíðuni hjá Sermitsiaq, um talan er um føroyingar ella ei.