Kim Kielsen hartar grønlendska kringvarpið

- Hetta er ein roynd hjá almenna kringvarpinum at villleiða ella manipulera sínar lesarar, sigur grønlendski landsstýrisformaðurin.

- KNR villleiðir ella manipulerar sínar lesarar, sigur Kim Kielsen, landsstýrisformaður.

- KNR villleiðir ella manipulerar sínar lesarar, sigur Kim Kielsen, landsstýrisformaður.

 

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, er ikki mjúkur, nú grønlendska kringvarpið - KNR - hevur fingið alment innlit í, hvat bilurin, sum landsstýrisformaðurin koyrir í, hevur kostað grønlendska skattgjaldaranum seinastu árini.

- At KNR velur at koma við hesum tølum júst á degnum, tá grønlendska landstingið verður sett, kann bara metast sum ein roynd bevíst at villleiða ella manipulera, segði grønlendski landsstýrisformaðurin í gjár. 

Kim Kielsen heldur tað vera úr vón og viti, tá KNR kemur við so grovum ákærum uttan at hava fakta í lagi. - Hetta hevur einki við góðan fjølmiðlasið at gera, sigur Kim Kielsen í einum tíðindaskrivi frá grønlendska landsstýrinum.

Tað var nevniliga í gjár, at KNR skrivaði, at grønlendski landsstýrisformaðurin hevði brúkt 688.619 skattakrónur í rokningum til bilin hjá sær í tíðarskeiðnum frá november 2014 til 2019.

Sambært grønlendska heimastýrinum eru hesi tøl ikki røtt. - Hevði KNR lisið skjølini rætt, høvdu tey sæð, at Kim Kielsen hevur brúkt 362.142 krónur til bilaútreiðslur í fimm ár, verður sagt í tíðindaskrivinum.

Tí heldur landsstýrisformaðurin, at hetta er ein roynd hjá almenna kringvarpinum at manipulera sínar lesarar. - Í mínari tíð sum politikari havi eg ongantíð sæð eina slíka roynd hjá einum fjølmiðli at manipulera lesararnar, sigur Kim Kielsen.

 

 

 

 

 

- KNR villleiðir ella manipulerar sínar lesarar, sigur Kim Kielsen, landsstýrisformaður.