Kina ávarar KT-risar eftir forboð ímóti Huawei

Á einsum fundi fyrr í vikuni ávaraði kinesiska stjórnin fleiri stórar KT-fyitøku sum Dell, Microsoft og Samsung um, at tað fór at fáa avleiðingar, um tey steðgaðu við at selja tøkni til Kina. Tað skrivar tíðindastovan AFP.

Boðini komu, eftir at Donald Trump í mai svartlistaði Huawei í USA orsakað av mistanka um njósning.