Kinesari biðið um friðskjól í Føroyum

Men tað fáa føroyskir myndugleikar einki gjørt við

 

 

Ein kinesiskur ríkisborgari hevur verið á løgreglustøðini í Havn og biðið um at fáa friðskjól. Løgreglan sigur, at tað var fríggjadagin, at maðurin kom á løgreglustøðina og bað um  at fáa friðskjól í Føroyum. Hann er kinesari og var komin hendavegin og nú hevði hann ikki hug at fara heim aftur, men tað kom ikki fram um tað var nøkur serlig orsøk til at hann ikki vildi heim aftur.

Men løgreglan sigur, at hesi viðurskifti eru ikki føroyskt málsøki, tí tey verða fyrisitin í donsku stjórni. Tí skuldi kinesarin ikki verið komin higar við tí endamáli at fáa friðskjól í Føroyum.

Rætta mannagongdin hevið verið, at hann fór til danskar myndugleikar at biðja um friðskjól og løgreglan sigur, at nú verður arbeitt við at fáa mannin aftur til Danmarkar, har hann so kann kann søkja á rættan hátt, og so verður málið viðgjørt av røttu myndugleikunum har.