Kjak um list

Um vikuskiftið var stórt tema í Sosialinum um starvslønir og listafólkalønir. Tað hevur ført til kjak millum nøkur listafólk, hvat er list, og hvussu tað er at liva sum listafólk

Í Sosialinum varð prátað vil fleiri listafólk, millum onnur Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, Carl Jóhan Jensen, Steintór Rasmussen og Jón Sonna Jensen. Prátað varð eisini við Ingun í Skrivarastovu, forkvinnu í Mentanargrunni Landsins og Jenis av Rana, landsstýrismann við menta- og uttanríkismálum.

Almennur stuðul fortreyt fyri góðum bókmentum

Høvuðskravið er listarlig og faklig dygdareyðkenni

Nú hava nøkur listafólk tikið blaðið frá munninum og sagt sína meining alment á facebook bæði um list, og hvussu tað er fíggjarligt at liva sum listafólk í Føroyum. Millum annað hevur hevur verið kjak millum Livar Nysted og Ole Wich á facebook, hvat er list. 


Livar Nysted skrivar soleiðis:
Ikki so, tá man hevur trakka á eina líktorn
Eg komi ongantíð upp á knøðini á Ole Wich og tað er eisini ok. Eg eri ein av teimun í ikki havi skil fyri list.
Hjá mær er tað so óluktsáliga nemt, og tað er líka mikið um tað er tónleikur, sjónleikur, myndlist ella okkurt annað. Sumt er gott og okkurt er minni gott.


Ole Wich skrivar soleiðis:
Financering af et kultursamfunds kunstudtryk har INTET at gøre med køb, salg og markedsværdi. Kunstfinancering skal derimod ses på samme måde, som al anden forskning og eksperimenteren som bliver financeret i samfundets interesse for udvikling, for at undersøge nye uudforskede felter og for at forberede sig på en ukendt fremtid.
At Livar Nysted argumenterer som en simpel købmand er det bedste bevis på at han IKKE har fattet en dyt af hvordan kunstneriske udtryk opstår og består.
Det kan man også få bekræftet ved at se på hans farveudgydelser udsmurt på lærred. Der er intet at hente, ingen udforskning, ingen originalitet og ingen kik ind i fremtiden. Han viser tydeligvis visuelt at han ingen viden har om, hvad han beskæftiger sig med. Malerierne er som hans lange uinteressante roture. Kun monotome åretag uden omtanke og med ryggen vendt mod det ukendte.
At lortet sælger er intet argument. Kun en beskræftigelse af, at kitsch altid finder sit publikum.


Rakel Helmsdal
Rakel Helmsdal er eitt annað listafólk, ið hevur valt at traðka fram og skriva um, hvussu tað er at liva sum listafólk. Hon skrivar millum annað soleiðis:

Eg eri troytt av teimum, sum siga/skriva, at um listafólk fáa løn fyri at arbeiða, so verður listin vánalig. ALT prógvar, at hava listafólk góðar umstøður (og góðar umstøður hjá listafólki koma ongantíð upp á knøini av umstøðunum hjá vanligum lønmóttakarum), so framleiða tey bæði meiri og betri list.
At siga at tað ikki er so, er tað sama sum at siga, at eitt kontórfólk, ein bankastjóri ella ein fiskimaður hevði gjørt eitt betri arbeiði, um tey ikki fingu løn. Hvussu ber til, at ongin kemur við tí uppskotinum?
Alt, sum vit listafólk skulu leggja rygg til at ófantaligar umtalu, tí vit fáa eitt sindur av løn, er ótrúligt! Tað ar altíð okey at spilla okkum út, ongin forsvarar okkum.

P.S. Gjørdi hetta roknistykki í fjør: Havi starvast sum listafólk í 30 ár. Um vit rokna mánaðartalið síðani eg miðvíst fór at arbeiða sum yrkislistafólk, so verður tað 360 mánaðir.
Av hesum havi eg havt 120 mánaðir av lágløntum arbeiði aðrastaðni.
240 mánaðir havi eg arbeitt fulla tíð sum yrkislistafólk.
Hesi 30 árini havi eg tilsamans fingið játtað 64 mánaðarlønir frá Mentanargrunninum.
Av hesum sæst, at eg havi arbeitt 176 mánaðir, 14,6 ár fyri onga løn út yvir tað eg havi forvunnið av míni list. Tað skal ikki nógv hokuspokus til fyri at skilja, at eg IKKI eri vorðin rík av tí, eg havi fingið fyri bøkur mínar. T.d. fekk eg 8000 kr frá forlagnum fyri seinastu skaldsøguna.
Hvør av tykkum, sum tosar so ringt um okkum listafólk og ikki unnar okkum løn fyri okkara arbeiði, hevði vilja arbeitt áravís fyri minni enn nakra minstuløn?
Og hvør av tykkum hevði viljað livað í einum samfelag uttan bókmentir, uttan sjónleik, uttan myndlist, uttan alla listina sum gevur okkum upplivingar og gleðir hvønn einasta dag, eisini tá tú ikki varnast tað?
Nakrar dagar verði eg bara so troytt


Lesið meira her:

Skipanin við listastuðli verður endurmett

Skipanin bítur seg sjálva í halan 

Ger ull til listarverk